Nevndin

Boð frá nevndindi og onnur kunning.

Landsdansistevnuni 2016, kvæðalisti

Freistin at melda til  er 1. mai. Kostnaðurin er 300 kr fyri hvønn. Tit verða biðin um at flyta peningin á kto. 9181 4482370 og viðmerkið tykkara navn.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Kyndilsmessudansur á Eiði 30. januar 2016

 

Aftur í ár er Tøkum Lætt boðið til Eiðis at dansa kyndilsmessudans. Sum kunnugt er kyndilsmessa 2. februar, og gamalt var at siga, at á kyndilsmessu var dagurin longdur við einari økt síðani stytsta dag. Nútíðin hevur tað við sær, at illa ber til at dansa mitt í vikuni, so tí verður dansað leygarkvøldið 30. januar.

 

Tags: 

Kvæðaupptøkur á Reinsarínum 2016 01 23.

 Yvirlit til feløgini.
Í sambandi við uptøkurnar hava vit hesi hølini.
Posthúskjallarin: Fáa “okkurt heitt”, kaffi/te, køkur, øl og vatn. Hita upp.
Reinsaríið: Her verða upptøkurnar gjørdar.
Perlan: Frágreiðingar um kvæðini. 

Tags: 

Dansikvøld saman við Dansifelag Kaggans

Komandi sunnukvøld 17. 01.16 kemur Dansifelag Kaggans heim til okkum í Skansastovu at vitja, har vit so fara at hava eitt felags dansikvøld. Skráin hjá teimum sær soleiðis út: En gang det sig nu hændte – Bjarni,  Brestiskvæði – Herluf,  Guttormsvísa – Regin,  Ved Christiansand – Anna og Sunniva. Skránna hjá Tøkum Lætt finna tit undir skrá her á Tøkum Lætt. Men vit kunnu gott nevna, at Skrímslið, Gøtuskeggjar og Bjarnabani er tað, sum vit fara at kvøða.

Tags: 

Skráin til Sjónvarpsupptøku leygardagin tann 23. januar 2016

Fimm dansifeløg luttaka, tey eru: Tey á Látrinum. Eysturoyar Dansifelag, Leikum Fagurt  Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans.

Tags: 

Kvæðaupptøkur til sjónvarpið

Sum tit vita, verða upptøkur til sjónvarpið leygardagin tann 23. januar 2016. Í hesum sambandi fara vit at møtast nakrar ferðir, fyri at venja tað, sum vit skulu kvøða. Fyrstu ferð verður nú mikukvøldið 6. Januar kl. 19, og hesa ferð verður tað í Perluni í Tórsgøtu. Vit finna okkurt annað stað til næstu ferð, tað frætta tit seinni, vit leggja tað út á heimasíðuna. Okkara ískoyti til upptøkuna verður: Rudisar vísa, Símun Hansen skipar, Vælkomnir føroyingar, Poul Johs. Johansen skipar og Ólavur Riddararós, Turid Sigurðardóttir skipar...

Tags: 

Føroyskur dansur í Dali

Nýggjársdansur verður í Eiriksgarði 1. januar 2016 kl. 18.30. Teistin fer av Gomlurætt kl. 17.15 og heimaftur av Skopun kl. 22.30. Bussur stendur fyri okkum, tá vit koma og koyrir okkum til Dals, og tá dansurin er liðugur verða vit koyrd aftur til Skopunar. Alt tiltakið kostar 100 kr, harí er íroknað bussur, suppa, te og kaffi. Farturin úr Havn til Gomlurætt og aftur er ikki avgjørdur enn, men vit kunnu tosa saman um tað. Tað avhongur eisini av, hvussu nógv vit verða.

Tags: 

Dansikvøld í Vágunum

Sum tit vita, vóru vit í Kvívík aftaná føstuna og dansaðu saman við Norðstreymoyar dansifelag og Vága dansifelag. Vit í Tøkum Lætt og hini bæði dansifeløgini hava í eina tíð tosað um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri allar partar at dansa saman av og á. Fyrsta royndin var so í Kvívík, og tað eydnaðist avbera væl, fólk vóru sera glað um tiltakið. Nú hevur Vága dansifelag bjóðað okkum og norðstreymoyingum vestur at dansa leygarkvøldið tann 31. oktober.

Tags: 

Aðalfundur í Tøkum Lætt

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við. Miðja verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Aðalfundur var í Tøkum Lætt sunnukvøldið 4. oktober og nógv fólk var møtt upp til fundin. Okkara fyrsta dansikvøld verður nú sunnukvøldið tann 11. okt. kl.

Tags: 

Tiltak um Kópakonuna

 Í samband við Norðoyarstevnuna og tiltakið hjá Sláið Ring um Kópakonuna ætla vit í Tøkum Lætt at fara til hetta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5, juni. Vit hava matpakka við og hugna  okkum eina løtu áðrenn tiltakið byrjar.

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Nevndin