Dansur á Reinsarínum 8. mai.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Frí, 06/05/2016 - 23:38
Tey, sum ætla sær við til landsdansistevnuna í Klaksvík, kunnu fara í dans á Reinsarínum sunnukvøldið 8. mai, har dansað verður saman við eysturoyingum og saman við dansifelag Kaggans. Gøtuskeggjar verða sjálvsagt á skránni, men eisini verður høvi at kvøða onnur kvæði, so hetta kann væl gerast eitt gott dansikvøld.
Dansurin byrjar kl. 20, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, helst áðrenn gestirnir koma.
Matarsteðgur verður við kaffi og køkum og hugnapráti.
Annars eru øll vælkomin í dans.