Limabræv 2017

Tórshavn 25. 10. 2017

Góðu limir

 

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 8. oktober, nakað minni av fólki enn vanligt var møtt.
Andreas stóð fyri vali og var afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Í eykanevndini vóru nakrar broytingar. Gunnvør, sum var í nevndini øll árini, andaðist eftir at  hava verið sjúk í nøkur ár. Malan Hilmarsdóttir bar seg undan, vit hava tí fingið 2 nýggjar eykalimir, tey eru Helga Hermansen og Ólavur Lydersen. Óli á Geilini heldur áfram í nevndini.
Jógvan Durhuus, sum hevur verið grannskoðari hjá okkum í nógv ár, bar seg undan,  og fyri hann kom Bjarni Rasmussen. Hin grannskoðarin er Roar Olsen.
Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas, og Ólavur Lydersen er tiltakslimur.
Veitslunevndin er tann sama, Helga, Elsy, Sunneva og Poula.

Limagjaldið bleiv tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Flytast á konto: 445.127.0 í Betri.

Andreas tosaði um okkara barnadans og um hvussu týdnigarmikil hann er fyri framtíðar føroyska dansin. Hann heitti á fólk um at hjálpa til, tí tað eru ofta tey somu fólkini sum stríðast har. Um fólk kundi tekna seg til at komi okkurt kvøldi, um tað so var 2 ferðir um árið, so hevði tað gjørt stóran mun. Tað styrkir nógv um dansin, tá vaksin fólk eru við. Vit leggja ein tekningarlista til barnadansin fram næsta dansikvøld.

Har vóru 4 kvæðaynskir: Vilmunds kvæði, Einar suðringur, Stærke Tidrik og Sverra ríma. Tey hava vit so finginð við í skránna. Vit hava eisini tikið Ámunds rímu við sum nýtt kvæði. Tað er eydnast okkum at fáa 2 ungar skiparar, Símun Erik, sum skipar Ámunds rímu og Hanus, sum skipar Dvørgamoy.
Kvæðini finnast øll á heimasíðuni hjá Tøkum lætt.

Tann 18. november verður ársveitsla okkara í Róðrarneystinum á Argjum. Vit hava boðið  Dansifelag Kaggans og Dansifelagið á Látrinum í veitslu. Hetta eru tvey dansifeløg sum vit kenna sera væl. Veitslan byrjar kl. 19.00, farið verður til borðs kl. 19.30, stundisliga.  Kostnaðurin er 190 kr og kann flytast á konto: 445.127.0 í Betri.

Vit eru boðin í ársveitslu hjá Norðstreymoyar Dansifelag tann 20. januar. Tekningarlistin kemur at liggja frammi í áðrenn jól.

Aftur í ár eru vit boðin í Kyndilsmessudans á Eiði, sum hesa ferð verður tann 3. februar. Hetta er, sum altíð, eitt av hæddarpunktinum í dansivetrinum, og sum øll gleða seg til:)

Vit dansa nú hvørt sunnukvøld kl. 20. Meiningin er, at annað sunnukvøldið eru lættari kvæði og vísur á skránni. Tann skráin er ikki gjørd enn, hon verður gjørd í samráð við tey, sum møta tá.
Men øll eru vælkomin at luttaka í dansinum bæði kvøldini.

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 29. oktober, barnadansurin byrjar kl. 19 og vit vaksnu kl. 20. Tekningarlistin til veitsluna liggur frammi.

Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

Tags: