Barnadansurin í Tøkum Lætt byrjar nú aftur
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Ley, 20/10/2018 - 12:07
Nú sleppa børnini aftur at dansa. Barnadansurin í Tøkum Lætt byrjar aftur nú sunnukvøldið 21. oktobur klokkan 18.00. Leggið merki til, at klokkutíðin er broytt. Í mun til í fjør er dansurin framskundaður ein hálvan tíma.
Øll eru vælkomin í dansin, ið varar umleið ein tíma. Tað verður dansað og kvøðið saman við børnunum. Eisini er ein lítil steðgur, har kanska ein søga verður lisin.
Tá barnadansurin er liðugur uml. klokkan 19.00 møtast tey vaksnu til dans.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar