Dansur í stovu dynjar...
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:35
Roykur stóð til skýggja upp,/ reytt var sund at síggja./ So er sagt, at danskir menn,/ teir máttu undan flýggja.
Ætlanin er aftur at dansa komandi sunnukvøld, 18. apríl. Dansurin verður sum vanligt í Skansastovu og byrjar klokkan 20:00.
Á skránni er millum annað Kópakvæði og partur av Vilmunds kvæðnum. Eisini verða aðrar, lættari vísur á skránni.
Meðan dansurin gongur, kann angin av nýgjørdum kaffi fylla rúmið, og meðan trøllið illbrýnt og drynjandi snoddar niður í trogið hjá bóndanum á sunnanágarði, kenna tey dansandi henda sama kaffiroyk reka fyri nasarnar, so eisini bóndans stova í Mikladali verður fylt við søtligum royki av kaffi og køkum. Í matarsteðginum kunnu øll so njóta ein drekkamunn og hugna sær við práti og søtligum krási og samveru við onnur.
Mint skal tó aftur verða á, at vit framvegis halda okkum til korona- tilmælini.
Tøkum Lætt