FØROYSKUR DANSUR Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 23. JANUAR KL. 20

Góðu limir, vit dansa komandi sunnukvøld tann 23. januar kl. 20. Vit kvøða aftur Grimmer går på gulvet og De røvere tolv. Ætlanin er at taka hasi bæði kvæðinu upp til Kringvarpið, og kanska okkurt annað eisini, tað kunnu vit tosa um:)
Eg rokni við, at Sigmunds kvæði eldra 1. og 2. táttur verður kvøðið eisini, og annars hvat vit hava hug til. Vit høvdu eitt sera gott dansikvøld síðsta sunnukvøld, tað var ordiliga gott at sleppa at dansa aftur
Minnist til at taka eina quicktest, áðrenn tit møta upp til dansin. Tað er skjótt, nemt og einkult:)
Tags: