FØROYSKUR DANSUR Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 6. FEBRUAR
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 31/01/2022 - 20:36
Ikki so nógv fólk, men fínur dansur sunnukvøldið:) So vit dansa aftur komandi sunnukvøld tann 6. februar kl. 20. Vit halda fram at venja tey somu kvæðini til upptøku. Ólavur fer at skipa Sigmundsvísu (Blandt Hedenold) og eg ætli at taka Der hersker en konge. Svanna tekur Trillemand. Haraftrat kvøða vit Einar Suðring. Og so er skráin frí:)
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar