Um Tøkum Lætt

Tá ið limir í dansifelagnum Fótatraðk í Keypmannahavn fluttu heimaftur, hildu teir seg síggja ein tørv á einum nýggjum dansifelag í Havn. Hesi tóku stig til at stovna felagið.

At tørvurin var stórur, vísti tað skjótt vaksandi limatalið.

Í fyrstu nevnd felagsins sótu Poul Geert Hansen, formaður, Mariann Hansen, kassameistari og Marjun Nielsen, skrivari.

 

Dansifelagið Tøkum Lætt var stovnað 7. novembur 1993.

Í nevndini eru 3 limir: Andreas Sigurstein, formaður, Jóna Jiménez, skrivari og Ólavur Lydersen tók við sum kassameistari í 2022, aftaná at Randi Olsen takkaði fyri seg aftaná 24 ár í nevndini.

Eykalimir eru: Bergar Poulsen, Einar Martin Jacobsen og Annleyg Patursson.

Í Veitslunevndini eru  Lona Poulsen, Annika Maritudóttir, Elsy Joensen og Poula Debes.

Umboð felagsins í Sláið Ring er Andreas Sigurstein, Eykaumboð er Ólavur Lydersen.

 

Heimstaður felagsins er Tórshavn, og  endamálið er at menna tann føroyska dansin. Øll kunnu gerast limir í felagnum.

Í løtuni eru uml. 200 limir, og limagjaldið er 200,00 kr. fyri støk og 300,00 kr. fyri pør.

Ársaðalfundurin er sambært lógini í september ella oktober mánaði.

Dansað verður annaðhvørt sunnukvøld í Skansastovu, Djóni í Geilgøtu 1 frá kl. 19.30. Øll eru vælkomin.

Vit kvøða bæði vísur og kvæði, sum nógv fólk kenna, men dentur verður eisini lagdur á at læra seg onnur kvæði. Sí annars skránna.

Barnadansurin byrjar eftir heystfrítíðina. Dansað verður í Skansastovu sunnukvøld kl. 18.30 - 19.30

 

Um tú vilt seta teg í samband við Tøkum Lætt, kanst tú senda t-post til: ajs@olivant.fo

 

Lóg fyri Tøkum Lætt

 

§ 1

Navn felagsins er Tøkum Lætt, og heimstaður tess er Tórshavn. Endamálið er at menna tann føroyska dansin. Øll kunnu gerast limir í felagnum.

 

§ 2

Felagið hevur eina trímannanevnd, sum skipar seg sjálva við formanni, skrivara og kassameistara. Valskeiðið er 2 ár. Líka ár standa 2 limir fyri vali, ólika ár stendur 1 limur fyri vali. 3 tiltakslimir og 2 grannskoðarar skulu veljast hvørt ár.

 

§ 3

Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, ið verður hildin í september/oktober mánaði. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið ein samd nevnd ynskir tað, ella minst 25 limir krevja tað. Fundurin skal lýsast minst tvær vikur áðrenn við hesi skrá:

 

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
  2. Formansfrágreiðing um virksemi felagsins farna ári
  3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
  4. Viðgerð av innkomnum málum
  5. Ásetan av limagjaldi
  6. Val av nevnd og tiltakslimum
  7. Val av grannskoðarum
  8. Val av umboði til Sláið Ring og val av veitslunevnd
  9. Ymiskt

 

§ 4

Felagið verður avtikið, um ¾ av limum felagsins ynskja tað. Ognir felagsins skulu tá vera nýttar til at menna tann føroyska dansin.

 

Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer verandi lóg fyri Tøkum Lætt úr gildi.

Soleiðis samtykt á ársaðalfundi 20. september 1998.