DANSURIN DYNJAÐI SO BRÚSANDI Í SKANSASTOVU Í GJÁRKVØLDIÐ

Sunnukvøldið 1. december var dansur í Skansastovu. Hetta var eitt av teimum kvøldunum, har dansurin gekk sera væl. Hann rungaði undir lofti, og gott lag var á fólki. Lagt varð fyri við at kvøða nøkur ørindi úr Regin smiði, og síðani varð Jallgrímur kvøðin so mikið, sum vit høvdu fyri av ørindum. Har sóu vit henda grima fjallatussa koma tvísporandi oman líðina og við buldrandi braki troka seg inn í hús til Havgrím unga, so bæði bonkir og hurðar gingu sundur. Eisini fóru vit við Tróndi gamla til Sandvíkar, har hann enn einaferð manaði teir tríggir upp "tann gandakallurin sterki".
Nú var tað eitt sindur langt síðani, at Kong Sverke varð kvøðin, men kortini gekk hann so væl í dansinum hetta kvøldið, at tað var sum um takið hevði hug at lyftast oman av Skansastovu, so hvølt dynjaði hann undir lofti. Tað var dramatikkur á høgum støði, og, sum skaldið sigur, so kvøða vit um bardagar miklar og harðligt stríð, og álvarin í hesum bardaga, sum lýstur varð í hesi vísu um kong Sverke, har so mangur mátti lata lív, sást í andlitsbrøgdunum á fólki, tá hetta tiltikna ørindi varð kvøðið:
"De fruer de stander i det høje loft, de venter deres herre at komme; hestene de kommer blodige hjem, og sadlerne de vare tomme".
Tá varð stigið fastliga til, men tað varð gjørt við einari kenslu av álvarsemi, sum jú eisini sømir seg
Jú, væl gekk dansurin, men stundir vóru eisini til at leska góman við søtligum bakstri og njóta ein drekkamunn saman, har prátað varð um leyst og fast. Tá matarsteðgurin var liðugur, varð aftur farið upp á gólv, og varð Mallebro kvøðin. Endað varð við at kvøða nøkur brot úr Gøtuskjeggjum, og so var eitt gott dansikvøld komið at enda - Eitt sera hugnaligt kvøld, og gott var lagið á fólki.
Dansað verður aftur komandi sunnukvøld 8. december.
Óli á Geilini skrivaði.