Ein góð Ársveitsla og 20 ára føðingardagur.

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Fyrsta nevndin í Tøkum Lætt 

 

Ársveitslan 2013 varð sum mong undanfarin ár hildin í kappróðrarneystinum á Argjum. Tøkum Lætt var júst vorðið 20 ár, so veitslan var eisini ein 20 ára føðingardagur. Limir úr Klaksvíkar dansifelag, Eysturoyar dansifelag og av Látrinum á Eiði vóru við sum gestir í veitsluni. Harumframt vóru borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og Hjørdis, og hin fyrsta nevndin í Tøkum Lætt eisini við. Somuleiðis var eisini nevndin í Sláið Ring við sum gestir. Tilsamans mundu vera eini 200 fólk í Veitsluni.

   Til matna var fyrst ein forrættur við fiski at fáa. Høvuðsrætturin var stokt lambskjøt við sós, eplum og alskins grønmeti afturvið, og gastronimiski parturin av borðhaldinum varð so avrundaður við einari rabarbukaku við róma, sum kundi skolast niður við te ella kaffi. Væl smakkaði maturin.  

   Undir borðhaldinum vórðu fleiri røður hildnar. Felagið var nú 20 ár, so tað var natúrligt at hyggja aftur á farna tíð. Pól Gert, sum var fyrsti formaðurin í Tøkum Lætt , røddi um ta fyrstu tíðina, tá felagið helt til í Hornhúsinum. Andrias umrøddi millum annað hølisviðurskiftini hjá felagnum tey farnu árini. Felagið hevur tey seinastu mongu árini hildið til í Skansastovu, men tað var tann tíð, tá felagið einki veruligt høli hevði. Heðin Mortensen talaði m. a. um barnadansin, og hann handaði felagnum ein kekk, sum stuðul til  barnadansin.

   Aðrar røður vóru eisini, men samanumtikið kann sigast, at fólk gleddust um tíðina í Tøkum Lætt og ynsktu felagnum góðan byr framyvir.

Eftir borhaldið byrjaði dansurin, og hann  helt á til langt út á náttina. Meðan dansurin gekk kundi fólk njóta ein kaffi- ella temunn við smákøkum afturvið. Tá liðið var eitt sindur út á náttina varð heit suppa sett fram á borð.

Samanumtikið var hetta ein góður føðingardagur hjá felagnum. Dansurin gekk væl,  og minnini um góðar og hugnaligar løtur í Tøkum Lætt settu eisini sín dám á veitsluna.

Tags: