Komandi dansikvøld 24/11-2013

 Komandi sunnukvøld tann 24. november er dansikvøld í Tøkum Lætt. Hetta verður eitt serligt kvøld, tí vit hava boðið dansifelag Kaggans at koma at dansa saman við okkum. Vit hava altið havt eitt serstakliga gott samarbeiði við Dansifelag Kaggans og lagt dansiskráina hvør eftir øðrum, eisini nógv tí, at vit hava fleiri felags limir. Men nú hendi so tað, at okkara dansukvøld  komu at verða sama kvøld, og tí hildu vit tað vera upplagt, at vit dansa saman hetta kvøldið. Ætlanin er at koma ígjøgnum báðar skráirnar, so nú fáa tit møguleika at lesa eitt sindur uppáJ

 

 

Skráin hjá Dansifelag Kaggans:

 Stærke Tidrik  -  Spanialand og Myklegaard  -   Nýggja brúðarvísan (Brúðarvísuuppskot A - Gevið ljóð og lýðið á)  –   Bøhmerlandsdronningen 

  

 

Skráin hjá Tøkum Lætt:

 Vilmunds kvæði  26 – 50  -  Jøkils kvæði  -  Bøhmerlandsdronningen
 

 

 

 

 

Tags: