Hugnakvøld á Boðanesheiminum

Mikukvøldið 29. januar vitjaði eitt mannsterkt lið úr dansifelagnum Tøkum Lætt nýggja stásiliga ellisheimið, Boðanesheimið, í Havn og undirhelt búfólkið við vísum, kvæðum dansi, og eisini vóru søgur sagdar. Ikki var neyðugt hjá nøkrum at ivast í, at búfólkini hugnaðu sær og livdu við í dansinum og kvæðunum. Jú víst livnaðu tey rættuliga upp, og nøkur teirra hættaðu sær framm á gólv og upp í ringin og dansaðu og kvóðu við, tað tey orkaðu, summi við góðum styrki frá teimum framúr fittu starvsfólkunum. Týðuligt var at síggja, at her vóru fleiri, sum høvdu dansin og kvæðini í ryggmerginum, ja líkt var til, at onkur vandur skipari, ja kanska røtt kvæðakempa, var uppií. Ikki var tað sørt, at hjá onkrum var ørindi Mikkjals á Ryggi úr Brestiskvæðnum sera beinrakið hetta kvøld: "Armar orna, andlit rodna, spennast sterkar spengur.....". Ája, einaferð vóru armar og vilji óivað sterk sum stál, og eina lítla løtu gloymdi gamlingurin seg burtur og livdi við og í dansinum og frásagnunum í vísum og kvæðum. Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá vit kvóðu "Vælkomnir føroyingar her í vási, eg meini vit eru mergjaðir enn..." Tá triða ørindið byrjaði: "Um gamal runnur á Føroya Vølli, enn slitið hevur í túsund ár..", tá var eingin frægari kempa  í ringinum enn hesin sami. Onnur av búfólkinum, sum sótu í rullistóli, ella kanska av øðrum orsøkum kanska ikki maktaðu at fara uppí ringin, sótu og vaggaðu, traðkaðu kanska til við beinunum og kvóðu eftir evni og minninum uppi í.Eftir ein hugnaligan kaffistøðg las Heini Olsen tríggjar stuttsøgur burturúr fyrstu bók síni "Meg minnist - og ørminnist I" við endurminningum frá barna- og fyrstu ungdómsárunum. Fyrsta søgan æt "Fríggingarmyrkt á Ólavssøku" og var um ta fyrstu ferðina høvundin á Ólavssøku 1945 skuldi royna seg sum sjarmørur og sum vitandi er, kom illa frá tí og fekk krakk frá gentuni, ið óheppin og mestsum av tilvild gjørdist mál fyri trilvandi roynd unglingsins, ikki ólíkt óeydnis bønarferð skyldmannsins, Jákup á Møn, ið tey á Heygum í Vestmanna hildu seg kenna aftur í óeydnis biðlaferð sonarinnar, Zacharis á Heygum, og setti hesin illgruni ilt millum tey og Nólsoyar Páll, ið hagar til dags hevði verið kærkomin gestur á garði. Eftir látrinum og eygnabráum búfólksins at døma mundi onkur kenna seg aftur - um ikki í óhepna leikluti fríggjarans ella gentunnar, sum krakkin gav - so í tíðarmyndini í frásøgnini, sum tey øll kendu og høvdu til felags. Onnur søgan var um eftirfylgjandi gongutúr og vitjan inn á Sund hjá bóndakonuni og mostrini Ulrikku, "Piratdrotningin" nevnd. Seinasta søgan var um ógloymandi løtu á Eystaru Bryggju í Havn og móttøkuni har av systrini Mary, sum eftir 7 ára útlegd í hertikna Danmark kom heim við fyrsta skipinum eftir kríggjið. Ikki kendi hon beiggja sín aftur, sum undir fráveruni var runnin upp í slokk. Eftir drekkamunnin varð aftur farið upp á gólv eina løtu, og hugdu og lýddu búfólkini á Boðanesheiminum hugtikin eftir kvæðum og vísum, til hetta góða og hugnaliga kvøld endaði. Starvsfólkið á Boðanesheiminum dugdi einastandandi væl at vera um búfólkið, borðreiddi, hugnaði um og stuðlaði, bæði teimum, sum hættaðu sær fram á gólv og hinum, sum noyddust vera sitandi ella bara høvdu hug at lýða á, kanska lata eyguni aftur og sveima aftur til farnar dagar. Og at lofta, um onkur brádliga var noyddur at sleppa sær útum, tá náttúran so kravdi. Starvsfólkini takkaðu okkum stórliga, og lítið er at ivast í, at slík vitjan er kærkomið brot í dagliga degnum hjá okkara eldru, sum eiga stóra tøkk fyri at hava hildið okkara ríka kvæðaarv og -mentan livandi og fyri teirra strevi fyri at byggja upp tað samfelag og vælferð, sum vit øll njóta gott av. Latum oss við takksemi hugaliga taka við, har heitar hendur sleptu og ikki lata tað fara fyri skeyti og gleppa okkum og okkara eftirkomarum av hendi. Víst er tað, at starvsfólkið á Boðanesheiminum hetta kvøldið lyfti  sín part. Uttan tey og teirra eldhuga, dugnasemi og hugalag var einki veruligt heim á Boðanesi.Takk fyri okkum og at tit høvdu hug at fáa vitjan av og lýða á okkum úr Tøkum Lætt. 

Tags: