Ólavur kongur heilagi í føroyskum kvæðaskaldskapi

Mynd: Pól á Kletti
»Hjálpi mær Gud og sankti Ólavur kongur«

 

 

Ólavur kongur heilagi var tann andliga miðstøðin, sum altíð varð leitað til. Ikki bara í kirkjuni, men eisini í øllum hinum gamla veraldarliga skaldskapinum, sum varðveittur er okkum frá teirri tíðini. – Dansur í Sjónleikarhúsinum í Havn.

 

»Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann«. Hetta er gamalt føroyskt orðatak, sagt um onkran, ið geipar nógv og ger seg vitandi um mæt og minni mæt fólk og viðurskifti teirra, tó viðkomandi lítið skil hevur fyri hesum. Og helst man tað vera so við í hesari umrøðu, men eg skal kortini gera mítt besta at greina Ólav kong heilaga í føroyskum kvæðaskaldskapi, so væl eg kann við tøkum keldum.

 

Høvi til hetta er, at í Noregi verður framført Ólavsoratoriið »Dópur Ólavs heilaga« í sambandi við, at liðin eru túsund ár síðan hesin kongur tók við kristnari skírn í dómkirkjuni í Rúðuborg (Rouen) í Normandínum (Fraklandi). Konsert hevur verið í Konserthøllini í Stavanger, í Notre Dame-dómkirkjuni í Rúðuborg og Skt. Clotilde-kirkjuni í París. Kórið er mannað við 200 sangarum úr Fraklandi, Noregi og Íslandi. Sungið verður á latíni, fronskum, íslendskum og nýnorskum.

 

Næsta ár eru somuleiðis liðin túsund ár síðan Ólavur heilagi kom aftur til Noregs og byrjaði kristniboðanargerning sín eftir at hava verið í víking í átta ár, mest í Onglandi og grannalondunum. Í tí sambandi verður farið konsertferð við Ólavsoratoriinum kring Norðurlond, í York í Onglandi, í Dublin í Írlandi o.s.fr.

 

Operatekstin hevur Dordi Glærum Skuggevik skrivað, tónleikin Ole Karsten Sundlisæter, sum eisini stjórnar kórinum. Tað er Norsk Orgelfestival í Stavanger, ið er høvuðsfyriskipari.

 

Tað var ikki bara við trøllini í Hornalondum, Ólavur kongur bardist. Eisini í Føroyum bardist hann við trøll. Í Gásadali eru uppi í homrunum steinar, ið nevndir eru Garparnir; søgnin sigur, at allir vóru trøll, sum Ólavur kongur umskapaði til steinar.

 

Geyti Áslaksson

 

Í søgu okkara og skaldskapi ber navn Ólavs kongs hin heilaga av flestu øðrum nøvnum. Eingin annar dagur í álmanakkanum enn hansara tann 29. juli goymir so nógv av søgu okkara.

 

Annars er stórur munur á hesum sama manni í Føroyingasøgu, har hann sum harðrendur kongur roynir at taka ræðið úr hondum føroyinga, og í kvæðunum, har hann trínur fram sum hin góði og mildi gudsmaðurin, sum altíð vil hjálpa, tá ið heitt verður á hann. Tann valdssjúki Ólavur kongur var tíðliga gloymdur, men trein skjótt framaftur í fólkahuganum sum hin heilagi maðurin, ið frá himli Guds røkk til jarðar við mátti sínum at hjálpa neyðar mannabørnum, sum í vanda vóru stødd.

 

Eftir kvæðunum at døma er líkt til, at av halgimennum og -kvinnum kirkjunnar er tað næstan bara Ólav, føroyingar vendu sær til í ákallan og bøn. »Henda dýrkan spratt av inniligum kærkeika; skaldini beinanvegin kíndu navni hansara, um so má vera tikið til orða,« sigur Símun av Skarði (1872-1942), háskúlastjóri, í grein í tíggjunda bindi av Varðanum um Ólav kong heilaga í føroyskari søgu og føroyskum skaldskapi. »Heilagi Ólavur kongur«, »sankti Ólavur kongur« og »signaði Ólavur Kongur« eru orð, vit ferð eftir ferð hitta í kvæðunum.

Fáa staðni er sagt betur frá Ólavi kongi enn í Geyta Áslakssonar kvæði. Í kvæðinum er greitt frá, hvussu Haraldur kongur harðráði, ið altíð vildi vera fremstur í øllum ítróttum, beyð Geyta Áslakssyni av; men í kappingunum teirra millum var Geyti javnan við yvirlutan. Tá ilskaðist Haraldur kongur og legði treyt á Geyta:

 

»Hoyr tú Geyti Áslaksson,
hvat eg sigi tær:
tú skalt skjóta valnøtur
av høvdi bróður at tær.«

 

Geyti bað Gud og sankta Ólav kong ráða for ørvaroddum, og tað eydnaðist honum at lúka treytina:

 

Geyti legði ørv á strong,
Gud var honum hollur;
so skeyt hann ta lítlu nøtu,
ikki rørdist kollur.

 

Geyti hevði kravt, at Haraldur kongur skuldi vera hjástaddur meðan skotið varð, og kongur spyr hann – tá hann dagin eftir kallar hann inn fyri seg – hví hann hevði tvær ørvar hjá sær, tá hann skeyt nøtina. Geyti svarar:

 

»Tí hevði eg ørvar tvær
í gjár í skóg við mær:
hevði eg dripið bróður mín,
onnur var ætlað tær.«

 

Kongur verður í øðini og leggur ta treyt á Geyta, at hann skal renna fyri bergið tað, ið eitur Hornið háa; tí

 

»har er eingin aftur komin,
ið skíðir hevur vágað.«

 

Geyti gevur seg undir treytina, men gerst vreiður og krevur av kongi, at hann skal standa í berginum og vita, »hvør leikurin fer;« tí nú ætlaði hann at hevna, og væntandi kundi vera, at hesin leikurin fekk syrgiligan enda. Men nú kemur Ólavur kongur upp í leikin:

 

Tað var tann fyrsta svøvn,
riddarin Geyti fekk,
tað var signaður Ólavur kongur
honum í dreymar gekk.

 

»Hoyr tú Geyti Áslaksson,
tað tali eg til tín:
drep hann ikki Harald kong,
tí hann er bróðir mín.«

 

Tað var í tann fyrsta svøvn,
Haraldur kongur fekk,
tað var signaður Ólavur kongur
honum í dreymar gekk.

 

»Hoyr tú, Haraldur bróðir mín,
tak tú teg væl til vara,
leysa hav tú skikkjuna
í morgin yvir tær.«

 

Geyti rann so fyri Hornið háa, og »treiv hann kongsins skikkju, hans lív tað stóð í váða,« og hann kom niður í bergskorar.
Eins og Ólavur kongur í dreymi hevði givið bróður sínum Haraldi ávaring og bjargað lívi hansara, kemur hann nú eisini Geyta til hjálpar og lyftur hann úr óføri:

 

Har kom signaður Ólavur kongur,
Gud mundi hann hartil kalla;
hann bar Geyta úr bergskorum
fram á grønan valla.

 

Ólavur er tann, sum stillar hatur og vreiði; tann, sum kemur við friði og roynir at fáa semju í lag, og sum gevur mótstøðumonnunum og fíggindunum somu møguleikar við ávaring og atgerðum sínum.

 

Trøllini í Hornalondum

 

Í kvæðinum »Trøllini í Hornalondum« er Ólavur kongur sjálvur aðalpersónurin, ið herjar á trøllini. Ikki vóru tey tespilig at koma í kløtur við. Høvdingi teirra var so stórur og sterkur, at hann tók alt inn í fjallið til sín, bæði skip og menn, og allir kristnir menn vóru ræddir fyri honum.
Men nú er tað, at Ólavur kongur sigur: »... síggja vil eg tað ljóta trøll, sum eitt vil øllum ráða.« Síðan stígur Torstein oksamegin fram og greiðir frá hesum ræðuliga trølli á henda hátt:

 

Svaraði Torstein oksamegin,
fellur niður til kníggja:
»Hoyr tú kongurin, harri mín,
hann er ei góður at síggja.

 

Arint eitur hann bunkabjørn,
tú tarvt ei eftir at fregna,
alt tekur hann í fjall til sín,
bæði skeiðir og reystar tegnar.

 

Brýnnar eru sum hamrar tveir,
ið svartir standa í fjøllum;
oyruni eru sum bukkahorn,
tey ringla við gullbjøllum.

 

Kjaftur hans er ógvuligur,
nasar hans eru langar,
so eru hansara kjálkabein
sum fjórðingsvegur at ganga.

 

Skeggið er sum sótið svart,
tað stendur niður á bringu,
neglirnar eru stórar og langar,
alin fram av fingrum.«

 

Neyvan kunnu vit hugsa okkum trøll betur avmyndað. Arint bunkabjørn er her so ræðuliga risavaksin og grimur. Men Ólavur kongur veit, hvat hann eigur at gera:

 

Svaraði signaður Ólavur kongur,
stendur í miklum váða:
»Síggja skal eg tað ljóta trøll,
sum eitt vil øllum ráða.«

 

Tað var sjálvandi, at so mátti vera. Lívsverk Ólavs var at berjast ímóti myrkursins vondu og ljótu trøllum, og tí var ikki at halda undan, hóast øgiligt var at herja á. Kvæðið endar við, at Ólavur var við yvirlutan og at summi av trøllunum vóru at steini og onnur stongd inni í fjallinum:

 

Signaður veri Ólavur kongur,
alt var sum hann mælti;
einki slapp av helli út
tað hann inni læsti.

 

Eisini her í Føroyum bardist Ólavur kongur við trøll. Í Gásadali eru uppi í homrunum fleiri steinar, ið nevndir eru Garparnir; søgnin sigur, at allir vóru trøll, sum Ólavur kongur umskapaði til steinar.

 

Eitt merkiligt kvæði

 

Eitt sjáldsamt kvæði, har bønliga er heitt á Ólav kong, er »Norðmenninir í Danmørk«. Í hesum kvæði er sagt frá fimtan norðmonnum, ið ætlaðu sær til Íslands, men á leiðini komu danir ímóti teimum, herjaðu á teir og tóku teir og førdu teir síðan til lands; teir vóru eisini so nógv betur mannaðir – tríggir danir móti hvørjum norðmanni. Danir fóru illa við teimum og settu teir í fangahús:

 

»teir settu os í tað myrka hús,
báðar hendur bundnar;
lovaður veri Gud og sankta Ólavur kongur!
hann os nakað man unna.«

 

Ógvuliga ring er neyðin, norðmenninir eru í. Teir vóru nær um at doyggja í hungri:

 

»rotið vatn og sáðubreyð
var os givið øllum;
betri var í Noregi at sitja
uppi á hægstum fjøllum.«

 

Síðan er sagt frá einum teirra, sum æt Jógvan, at hann var mikið reystmenni og breyt fjøturnar av hondum sínum og loysti so allar hinar. Ólavur kongur gav Jógvani máttin og hjálpti teimum:

 

»lov ske Gudi og sankta Ólavi kongi!
gott er á hann at kalla.«

 

Teir fingu nú nýggja vón og fóru at bróta hol á múrin:

 

»lovað veri Gudi og sankta Ólavi kongi
og tann signaða jómfrúa!«

 

Tað eydnaðist teimum at sleppa út ígjøgnum holið, og

 

»vit komu so út at standa;
lov ske Gudi og sankta Ólavi kongi
og tann halga anda.«

 

Men nú er eldur í koluni, tí vaktarmaður dana hevur rakt við teir.

 

»Rópa tók tá vektarin,
ið at os skuldi goyma:
Nú er hann beiggi vorðin leysur,
nú vil hann undan rýma.
Vit tókum til beiggja handa,
vit spardum hvørki stokk ella stein,
vit skildum hann snart við anda.«

 

Tá ið vektarin sigur »beiggi« í hesum ørindinum, so er tað háð í hansara  munni. – Norðmenn settu so eld á staðin, og

 

»vær skyndaðum os til strandar;
lovað veri Gudi og sankta Ólavi kongi
og tann halgan anda.«

 

Eftir alla hesa neyð komu teir aftur til Noregs, tí »Krist gav os byr so blíðan,« og har funnu teir »frúgvar og moyggjar« og søgdu so frá ferðum sínum.
Eitt í mongum lutum merkiligt kvæði. At ørindini hava sjey reglur er ókent í gamla kvæðaskaldskapinum. Lov er sungin Mariu moy (»tann signaða jómfrúa«) og Ólavur kongur er komin við inn í tríeindina í staðin fyri ‘sonin’ (»lovað veri Gudi og sankta Ólavi kongi og tann halga anda«).

 

Gudbrands kvæði

 

Sjóvarbóndin Jens Christian Djurhuus (1773-1853) átti ein son, sum æt Jens Hendrik Djurhuus. Hann var føddur í 1799. Hann tók við festinum við Sjógv í Kollafirði eftir faðirin og yrkti eins og hann kvæði burtur úr  gomlum søgum. Hann doyði í 1892.
Jens Hendrik er fyrst og fremst kvæðayrkjari, men hann yrkti eisini nakrar tættir. Her verður sagt frá »Gudbrands kvæði«, ið yrkt er burtur úr Søgu Ólavs heilaga. Vit eru stødd í Gudbrandsdalinum í Noregi, har Gudbrandur er høvdingi ‒ hann er heiðin maður. Ólavur sendir Gudbrandi boð um at lata seg kristna, ella verður bardagi burturúr. Gudbrandur gamli sendir sonin Gudbrand Gudbrandsson á fund Ólavs heilaga ‒ har tekur hesin ungi við kristnari trúgv, og tá hann kemur heim aftur, biður hann faðirin gera tað sama. Hetta vil gamli Gudbrandur ikki; ilt verður millum faðir og son, og Gudbrandur gamli letur kongin kalla inn á Dalating. Hann ætlar sær at bera standmynd av Tóri gudi á tingið og væntar tá, at kongurin verður við undirlutan.
Men øðrvísi gongur. Kongur lesur upp kristna læru á tinginum, biður  menn taka  við hesi nýggju trúnni, og tá myndin av Tóri gudi verður borin inn, smildrar ein av kongsins monnum hana við eini sleggju; rottur og ljótir ormar tysja tá út úr gudamyndini, og í somu løtu sigur kongur við Gudbrand:

 

»Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hans verki!
Lít tær mót eystri upp,
har kemur hans tænari sterki.«

 

Sólin rísur tá í sínum ljóma, og tá hevur kongur vunnið á Gudbrandi, sum at enda sigur:

 

»Kongur, eg skal trúgva tær
og taka við Gudi eina:
Doyp tú meg í Harrans navn
við mínar menn og sveinar!«.

 

Gudbrands kvæði er líkt Trøllunum í Hornalondum í tí, at Ólavur kongur sjálvur er ein av aðalpersónunum. Men á annan hátt eru tey ólík. Sjóvarbóndin Jens Hendrik Djurhuus hevur tikið søguligt grundarlag til kvæðið úr Søgu Ólavs kongs heilaga í Heimskringlu. Yrkjarin fylgir søgugongdini trúliga, og honum fellur væl í lag at geva greiða mynd av hinum sigrandi konginum, ið boðar ta kristnu trúnna, sum eisini ein so sterkur og harðvunnin heidningur sum Dala Gudbrandur má lúta fyri.
Ólavur kongur er í Gudbrands kvæði hin góði og ágrýtni kristni maðurin, men halgimannabragd hevur hann ikki yvir sær. Bert í einum ørindi verður hann kallaður »signaður Ólavur kongur«, men her er tað eitt skaldorð, ið nýtt er av gomlum vana, einki annað.
Av øllum brøgdum sæst, at hetta kvæðið er runnið av øðrum tíðaranda enn hini gomlu.

 

Jákup á Møn

 

Navn Ólavs kongs finna vit eisini í táttinum »Jákup á Møn« eftir Nólsoyar Páll (1766-1808). Her er orðið lagt í munnin á Jákupi, ið fer at biðja sær vív. Hetta er ein táttur, sum einki hevur av hini gomlu hávirðingini; orðið er leysliga tveitt út sum orðtak, sum ongan týdning hevur í munninum á honum, sum talar – uttan bert at gera taluna lættari og myndríkari. Jákup letur seg í fríggjaraklæðini:

 

Hosubondini fingurbreið
bindur hann undir knæ:
»Hjálp mær, sankti Ólavur kongur!
gev mær ein góðan dag!«

 

Umframt orðtakið »Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann«, var eisini ógvuliga tíðum havt á munni, tá ið okkurt bagdi: »Hjálpi mær Gud og sankti Ólavur kongur!« her er hann á sama hátt sum í kvæðunum settur við liðina á Gudi sjálvum, eins og hann hevði verið javnlíki hansara. Men Ólavur kongur var fram um allar aðrar verndarhalgimenni føroyinga í miðøld.
»Hann var tann andliga miðstøðin, sum altíð varð leitað at. Tað var ikki bert í kirkjuni, at hann var kraftin mikla og verndarin góði. […] Hann var tað eisini í øllum hinum gamla veraldarliga skaldskapinum, sum varðveittur er okkum frá teirri tíðini,« sigur Símun av Skarði.