Dansikvøld í Vágunum

Sum tit vita, vóru vit í Kvívík aftaná føstuna og dansaðu saman við Norðstreymoyar dansifelag og Vága dansifelag. Vit í Tøkum Lætt og hini bæði dansifeløgini hava í eina tíð tosað um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri allar partar at dansa saman av og á. Fyrsta royndin var so í Kvívík, og tað eydnaðist avbera væl, fólk vóru sera glað um tiltakið. Nú hevur Vága dansifelag bjóðað okkum og norðstreymoyingum vestur at dansa leygarkvøldið tann 31. oktober.

Tags: 

Aðalfundur í Tøkum Lætt

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við. Miðja verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Aðalfundur var í Tøkum Lætt sunnukvøldið 4. oktober og nógv fólk var møtt upp til fundin. Okkara fyrsta dansikvøld verður nú sunnukvøldið tann 11. okt. kl.

Tags: 

Barnadansur 2015 - 2016

Barnadansurin hjá okkum byrjar sunnukvøldið tann 18. oktober kl. 19, øll eru vælkomin.

Tiltak um Kópakonuna

 Í samband við Norðoyarstevnuna og tiltakið hjá Sláið Ring um Kópakonuna ætla vit í Tøkum Lætt at fara til hetta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5, juni. Vit hava matpakka við og hugna  okkum eina løtu áðrenn tiltakið byrjar.

Tags: 

Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík

Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík

Tags: 

Nú byrja vit aftur at dansa eftir føstuna

2. Páskakvøld byrjaðu vit aftur at dansa sum vit plaga, hesa ferð var tað tó á Reinsarínum. Tað riggaði væl, hampiliga nógv af fólki og góður dansur.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Føstulávintsdansurin á Reinsarínum

Føstulávintsmánakvøld varð dansað á Reinsarínum. Dansurin byrjaði stutt eftir kl. 9 um kvøldið og endaði eitt sindur eftir midnátt. Væl av fólki møtti til dansin, og sigast kann, at hann hepnaðist væl. Úr rúgvuni av kvæðum, ið vórðu kvøðin, kunnu nevnast Regin smiður, Harra Pætur og Elinborg, Sigmunds kvæði yngra, Leivur Øssursson, Ólavur Riddararós, Brestis kvæði, Gudbrands kvæði og onnur.

 

Tags: 

Kyndilsmessudansurin á Eiði, tekningarlistin liggur frammi

Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 1. februar. Skráin hjá okkum er blivin eitt sindur órógvað vegna sjónvarpsupptøkurnar. Vit ætla fyrst at taka tað, sum stendur á skránni fyri kvøldið, men fara eisini at royna at taka afturí tað, sum ikki er blivið kvøðið hesar seinastu vikurnar.

Tags: 

Barnadansistevnan

Barnadansistevnan verður komandi leygardag 7. februar í Leirvík. Bussarnir koyra frá Skansastovu kl.  8. 45, stevnan byrjar kl. 10.  Barnadansur verður nú sunnukvøldið 1. februar kl. 19, tá fáa tit meira at vita. Av tí at dansistevnan er 7. februar, er skráin hjá barnadansinum broytt eitt sindur. Síðsta dansikvøld, sum skuldi vera 15. februar verður í staðin fyri 8. februar. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr,  fólk fáa pizza og annað gott:)

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Trettanda kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda dansi í sjónleikarahúsinum. Dansurin verður leygarkvøldið 10. januar og byrjar kl. 10.

Tá liðið er eitt sindur á náttina verður matur at fáa, har tað ber til at njóta ein  drekkamunn við smurdum breyði afturvið.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið vanliga er væl umtókt millum dansifólk. Sum kunnugt, so er 13. kvøld jóla 6. januar, sum í ár er týsdagur. Tær modernaðu tíðirnar gera tað tó næstan ómøguligt at hava dans mitt í vikuni, so tí verður dansurin eitt leygarkvøld.

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS