Submitted by Jóna Maria on Thu, 31/10/2013 - 12:24
Nú nærkar tíðin seg til okkara ársveitslu, sum í ár samstundis er okkara 20 ára føðingardagurJ
Submitted by Jóna Maria on Fri, 25/10/2013 - 23:44
Submitted by annajoannesardt on Wed, 23/10/2013 - 22:10
Nú hevur fyrsta dansi kvøld hjá Tøkum Lætt verið,eitt frálíkt kvøld. Byrjað varð við barnadansinum kl 19, fyrst vóru barnarímur kvøddar. Síðan var ein søga søgd, hesu ferð kvæðið um Harra Pætur og Elinborg við tí fyri eygað at børnini í Tøkum Lætt fara at læra seg hetta í vetur.Seinni byrjaði vaksnamannadansurin, fleiri nýggj andlit vóru at síggja og tað er at fegnast um.Byrja varð við løttum kendum kvæðum og aftaná steðgin, sum vanligt er, við einum drekkamunni og góðum heimabakaðum afturvið, skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavsson, eitt sera gott og ríkt kvøld!
Submitted by toekum_laett on Sun, 20/10/2013 - 09:47
Tórshavn 14. 10. 2013
Góðu limir
Sum lýst í bløðunum var aðalfundur okkara tann 6. oktober í Skansastovu.
Andreas stóð fyri vali og varð afturvaldur. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Men ein broyting var í eykanevndini, har kom Helena inn í staðin fyri Kirsten, sum bar seg undan. Hini í eykanevndini eru Gunnvør og Óli.
Og í veitslunevnduni halda Helga, Poula og Elsy fram, men Ásvør bar seg undan, fyri hana kom Sunneva.
Submitted by Jóna Maria on Fri, 18/10/2013 - 08:50
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.
Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 08/10/2013 - 20:55
Fyristøðukvinnan á Boðanesheiminum hevur heitt á okkum at koma at dansa føroyskan dans saman vid teimum mikukvøldið tann 9. okt kl.19. Hon helt fyri, at mikukvøld er onki sjónvarp, og búfólkini gleddu seg sera nógv til at síggja okkum og at luttaka í dansinum. Kvøðið verður stuttar og lættar vísur. Vit eru spent, at sleppa at síggja tad nýggja og stásiliga heimið. Tit, sum hava hug at luttaka, vinaliga svarið sms´inum. Vit møtast á heiminum kl. 19
Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 08/10/2013 - 14:03
Aðalfundurin hjá Tøkum Lætt var í Skansastovu sunnukvøldið 6. oktober. Tað vóru ikki so nógv fólk møtt á fundi hesaferð, men eini 20-25 fólk mundu tað vera. Formansfrágreiðingin fyri farna árið varð lisin upp og góðkend. Andrias stóð fyri vali sum formaður, og varð hann afturvaldur við lógvabrestum.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 08/10/2013 - 12:43
Leygarkvøldið 5. oktober varð dansað saman við pensionistum. Talan var um eldri fólk úr øllum landinum, ið hildu veitslu í Dansifrøi í Havn. Væl av fólki var samankomið, og úr Tøkum Lætt vóru vit eisini fleiri. Vit dansaðu eftir borðhaldið og kvóðu nakrar vísur og okkurt kvæði. Andrias skipaði Flóvin Bænadiktson og Hr. Sinclair, og Óli skipaði Leivs kvæði. Aftaná spældi eitt orkestur til dans, og mong fingu sær ein "swing om" og hugnaðu sær.
Drekkamuður við góðari gularótskaku afturvið var at fáa, so har var eisini okkurt fyri kræsnar gómar. Eitt hugnaligt kvøld.
Submitted by Vonbjørt on Sun, 06/10/2013 - 14:10
Tøkum Lættarir byrjaðu dansiveturin í ár - líka sum so ofta fyrr - við at fara til Kvívíkar at dansa.Norðstreymoyar Dansifelag setti aftur í ár gongd á. Hesa ferð var gleðiligt at síggja vøkru gomlu Dansistovuna sum tey hava sett í stand. Hon angar av ný ístand setan og innkomin sá man hvussu hegnisliga hon var umvæld. Tað gamla góða var varðveitt og nýggjur køkur og nýggj toilett hegnisliga uppsett. Hon tykist vera væl egna til føroyskan dans.Vit blivu væl móttikin sum altíð og longu tá vit komu úr bussinum ljómaði Gullbrands kvæðið líka út í tún.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 05/10/2013 - 12:25
Aðalfundur okkara verður sunnukvøldið tann 6. okt. kl. 20 , dansað verður aftaná, øll eru vælkomin.
Tekningarlistin til ársveitsluna liggur frammi
Regluligi dansurin byrjar sunnukvøldið tann 20. okt. kl. 20.
Barnadansurin hjá okkum, sum nú er sunnukvøld kl. 19, byrjar eftir heystferiuna.
Pages