Barnadansur og jólahugni

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

 

Seinasti barnadansurin áðrenn jól verður í Skansastovu 4. decembur klokkan 19. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burtur úr kvøldinum. Skipað verður fyri jólahugna, har børnini og onnur fáa okkurt gott undir tonnina, og sungnir verða jólasangir.

 

Aftaná dansa tey vaksnu.

Barnadansurin byrjar so aftur einaferð í januar. Tað verður lýst við tí, tá hann byrjar