Kyndilsmessudansur á Eiði 30. januar 2016
Aftur í ár er Tøkum Lætt boðið til Eiðis at dansa kyndilsmessudans. Sum kunnugt er kyndilsmessa 2. februar, og gamalt var at siga, at á kyndilsmessu var dagurin longdur við einari økt síðani stytsta dag. Nútíðin hevur tað við sær, at illa ber til at dansa mitt í vikuni, so tí verður dansað leygarkvøldið 30. januar.
Tað er dansifelagið á Látrinum, ið skipar fyri. Tey eru fáment, men kortini hava tey megnað at hildið á við hesum tiltaki í mong ár. Borðreitt hevur verið við góðum mati, og aftaná hevur dansurin rungað í vetrarnáttini á Eiði. Vit í Tøkum Lætt eru takksom fyri, at vit hava kunnað verið við í hesari veitslu og hesum dansi í so mong ár, og vit hava altíð glett okkum til hendan túrin.
Bussur fer frá Skansastovu kl. 18.30 hetta kvøldið. Fleiri hava longu teknað seg, men tey, sum enn ikki hava teknað seg og sum ætla sær við, verða biðin um at siga frá í seinasta lagi mikudagin 27. januar.
Vanligt hevur verið, at nøkur eisini eru farin við egnum bili, og heitt verður á fólk um at siga frá, um tey ikki ætla sær við bussinum, men heldur vilja koyra sjálvi. Um onkur kann hava onkran annan við í bilinum, tá farið verður norður, kann viðkomandi eisini boða frá hesum.
Kostnaðurin fyri veitsluna er 100 krónur, og kravt verður inn í bussinum. Tey, sum koyra við bili, kunnu gjalda á Eiði, tá bussurin er komin.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar