LIMABRÆV - 15. 10. 2012

 

Tórshavn 15. 10. 2012

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 3. oktober og væl av fólki var møtt.

Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Eitt sindur av broyting var í eykanevndini, Vónbjørt bar seg undan, og í hennara stað kom Kirstin. Sostatt er eykanevndin nú: Gunnvør, Óli og Kirstin. Veitslunevndin: Helga, Ásvør, Elsy og Poula, umboð okkara í Sláið Ring: Rasmus og grannskoðarirnir: Jógvan Durhuus og Poul Johannis blivu øll afturvald.

Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Tað kann flytast á konto: 445.127.0 í Eik

Andreas greiddi frá trupulleikum, sum vit hava haft viðv. okkara hølisviðurskiftum.

Musikskúlin, sum eisini heldur til í Skansastovu, vildu hava okkum út, tí teirra virksemi var økt. Hetta hevur verið trupult fyri okkum, vit hava ligið í forhandlingum við bæði musikskúlan og býráðið størsta partin av árinum. Tíbetur sá Heðin Mortensen virðið, sum er í tí føroyska dansinum, hann kundi ikki góðtaka, at vit vóru útkoyrd. Tað skal hann hava tøkk fyri!

Úrslitið bleiv so, at vit eiga húsið hvørt sunnukvøld! Hetta inniber, at barnadansurin verður fluttur frá mikukvøld til sunnukvøld kl.19. Vantandi glíða tey størru børnini lættari inn í tann vaksna dansin. Vit vóna, at hetta fer at hava positiva ávirkan á dansin sum heild.

Barnadansistevnan verður fyri 10. ferð í ár, og Sláið Ring fer at standa fyri tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum tann 2. februar.

Ísleik fyri børnum verður í Íslandi í 2013. Hesin økti barnaaktiviteturin hevur við sær, at brúk er fyri meira hjálp við barnadansinum. Tað styrkir nógv um dansin, tá vaksin fólk eru við, so um onkur hevur hug at hjálpa til, eru tit vælkomin.

Tann 10. november verður ársveitsla okkara í Róðrarneystinum á Argjum. Hon verður eitt sindur ørðvísi í ár, tí vit fara saman við Dansifelag Kaggans at taka upp veitslusangir til eina fløgu. Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt hava ein fløgubólk, sum var við til at útgeva eina kvæðafløgu fyri nøkrum árum síðani. Henda fløgan bleiv sera væl móttikin, hon var mest selda føroyska fløga tá.Vit hava síðani haft ætlanir um at útgeva eina fløgu aftrat, men hesa ferð eisini við veitslusangum.

Veitslan byrjar kl. 19.00, farið verður til borðs kl. 19.30, stundisliga. Kostnaðurin er 190 kr og kann flytast á konto: 445.127.0 í Eik

Næsta dansikvøld okkara verður nú sunnukvøldið tann 21. oktober, barnadansurin byrjar kl. 19 og vit vaksnu kl. 20. Tekningarlistin til veitsluna liggur frammi.

Hjálagt er girokort og nýggja skráin hjá Tøkum Lætt.

Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftaná kaffisteðgin.

Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

 

Nevndin í Tøkum Lætt

 

Tags: