Aðalfundur í Tøkum Lætt
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Ley, 08/10/2016 - 13:57
Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 9. oktober klokkan 20 í Skansastovu. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins.
Á fundinum verður eisini kunnað um ymisk tiltøk, ið ætlandi vera á skránni hjá felagnum í vetur. Eftir fundin verður hugnaligt prát afturvið einum drekkamunni, og síðani verður farið upp á gólv eina løtu.
Vit vóna, at fólk møta fjølment.