Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 28/01/2025 - 14:13
Bussurin koyrir kl. 17.50 frá rennibreytini
Sum formaðurin greiddi frá síðsta dansikvøld, so eru nógv ymisk tiltøk hjá okkum fyri framman! Vit fara at bíða eitt sindur við øllum teimum til næstu viku, nú fara vit bara at tosa um Eiðistúrin:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 17/11/2024 - 14:21
Tístrams táttur var á skránni síðsta sunnukvøld, men var ikki kvøðin tá og verður tí kvøðin í kvøld. Og danska brúðarvísan verður eisini tikin í kvøld. Tekningarlistin til hugnakvøldið liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 07/11/2024 - 18:59
Komandi dansikvøld, sum er sunnudagin 10. november, fara vit at kvøða 16 ørindi av donsku brúðarvísuni. Joen Remmer skipar, vónandi koma nógv at stuðla hann:)