Submitted by Jóna Maria on Mon, 07/08/2023 - 14:17
Summarsólstøða í Sandagerði útsett!
Tiltakið Summarsólstøða, sum skuldi vera í Sandagerði í kvøld, er útsett til í morgin kl. 21, tá veðrið vónandi er frægari.
Submitted by Jóna Maria on Fri, 05/05/2023 - 13:49
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 12/04/2023 - 12:46
Páskirnar eru nú farnar afturum, og vilja vit tí royna aftur at hava eitt dansikvøld í Skansastovu. Dagarnir leingjast, og gamalt var at siga, at tær ljósu næturnar byrjaðu stutt eftir summarmála. Vit vilja við hesum dansikvøldi eisini vita, um áhugi er fyri at dansa nøkur kvøld aftrat, nú tann ljósa tíðin so smátt er byrjað. Hin myrka tíðin er kanska betri egnað til føroyskan dans, men fyri tað kann dansurin eisini ganga væl eina ljósa summarnátt.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Fri, 07/04/2023 - 00:04
Føroyskur dansur verður á Reinsaríðnum 2. páskakvøld.
Dansurin byrjar klokkan 21:00, og øll eru vælkomin.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 14/03/2023 - 23:32
Hey tit, vit í Tøkum lætt og dansifeløgini í Suðuroy hava tosað saman um hvat kundi hugsast at blivið kvøðið, tá vit koma suður. Vit leggja nú nøkur av kvæðaynskjunum út her á okkara fb bólk, so kunnu tit hyggja uppá tað og kanska repetera,um hugur er til tað.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 08/03/2023 - 15:36
Vit eru nú í ferð við at gera avtalur við hotel, matstovu og bussar har suðuri.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 08/03/2023 - 15:32
Arbeitt hevur verið við einum túri til Suðuroynna eina tíð, og nú er alt við at vera uppá pláss!
Submitted by Jóna Maria on Fri, 17/02/2023 - 11:24
Sum eg skrivaði her fyri nøkrum døgum síðani, er sera nógv á skránni fyri tíðina. Tað, sum er eftir enn, er dansurin í Reinsarínum leygarkvøldið 18. februar. Og so ynskja fólk eisini at fáa seinasta dansikvøld í Tøkum lætt við! Tað vilja vit eisini gjarna, so vit dansa í Skansastovu sunnukvøldið 19. februar kl. 19.30.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 16/02/2023 - 18:34
Dansurin í Reinsarínum, sum Tøkum lætt skipar fyri leygarkvøldið 18. februar, var fyrr lýstur at byrja kl. 20.
MEN hann er nú broyttur til at byrja kl. 21.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 07/02/2023 - 15:55
Vit eru boðin inn í Hæddina at dansa saman við Eysturoyar dansifelag nú fríggjakvøldið tann 10. februar, dansurin byrjar kl. 21. Hetta er eitt vanligt dansikvøld hjá teimum, har vit í pausuni verða bjóðaði einn drekkamunn saman við teimum.
Pages