INFO UM SUÐUROYARTÚRIN 26 – 28 APRÍL
Nú suðuroyartúrurin nærkast fara vit at siga eitt sindur um gongdina. Vit hava leiga ALT hotel Øravík, tvs. at aftrat øllum kømrum hava vit stóran spísisal við køk til at brúka og hugna okkum íJ. Túrurin er frá fríggjadag til sunnudag og Smyril siglir soleiðis: fríggjadag frá Havn kl. 10.00 og kl. 18.30. Leygardag siglur hann kl. 07.00 og kl. 16.00. Sunnudag siglur hann av Krambatanga kl. 08.30 og kl. 17.30. Vit ætla at hava buss suður við. Fríggjakvøld hava vit hugnakvøld á hotellinum, har vit eta gott, syngja og dansa. Leygardag hava vit felags morgunmat á hotellinum, og so fara vit útferð, tað er ikki heilt avgjørt hvar tað verður enn. Og leygarkvøldið kl. 18 fara vit á matstovu, Garðslon í Vági. Vit hava fingið eitt rúm til okkum sjálvi, so har sleppa vit eisini at syngja og hugna okkum, sum vit hava hug tilJ
Kl. 21 byrjar so dansurin í Jómsborg, tað gleða vit okkum nógv til, tað riggaði heilt ótrúliga gott í fjør. Bussur koyrir okkum til hotellið eftir dansin.
Prísurin fer at liggja á uml 1000 kr, tað kemur eitt sindur ann uppá hvussu nógv fólk koma við. Hetta er fyri 2 nætur á hotelli, mat fríggjakvøld og 2 morgunmatar, og eisini fyri matstovu leygarkvøldið og buss og útferðir.
Um fólk ikki ynskja at luttaka í øllum, ella búgva aðrastaðni, so mugu vit finna ein prís til tað. Fyri at tilmeldingin skal vera bindandi verður deposit uppá 400 kr kravt. Skal gjaldast á kto í Betri 9181 4482370 skjótast gjørligt.
Ringið ella sendið sms tlf. 214242, um tit ætla at koma við og flytið deposit samstundis.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar