Greinar

Articles of interest and news.

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Trettanda kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Trettanda kvøld jóla - 6. januar 2018 - skipar Tøkum Lætt fyri dansi í Sjónleikarahúsinum. Hetta er afturvendandi tiltak, sum nú hevur verið í nógv ár. Tá leita fólk úr øllum landinum sær til Havnar at dansa, eins og kóparnir vóru vanir at gera trettandu nátt á helluni í Mikladali.

Dansurin byrjar klokkan 10 um kvøldið, og tá tað líður eitt sindur út á náttina, kunnu fólk faa ein drekkamunn við breyði og viðskera afturvið.

 

Tags: 

Barnadansiskrá 2017/2018

Tað sum er á skránni til barnadansin, er Sigmundarkvæði, 10 ørindi hvørja ferð.

Tags: 

Dansiveturin 2017/18

Nú byrjar dansiveturin aftur. Barnadansurin er nú komandi sunnukvøld hin 15. okt. kl.19,00 og tey vaksnu koma kl. 20.00.  Fyrsta dansikvøldið í vetur var í Frøðishøll í Kvívík 30. sept. og var tað eitt av teim bestu dansikvøldunum, eini 90 fólk vóru komin, og dansurin gekk av tí allarbesta. Aðalfundur var sunnukvøldið 8.okt.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansur í Kvívík

Nú byrjar dansiveturin aftur, og lagt verður fyri í Kvívík, har tað verður dansað leygarkvøldið 30. septembur og út á náttina.

Tað er Norðstreymoyar dansifelag, ið skipar fyri, og kostnaðurin er 100 kr.

Í hesum sambandi koyrir bussur frá rennibreytuni í Havn klokkan 21.30.

 

Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri ár, og er tað ein hugnaligur máti at byrja dansin aftur eftir summarsteðgin.

 

Tags: 

Fø. dansur fyri byrjarar í Skansastovu

Nú er Tøkum Lætt vorðið 23 ára gamalt. Vit hava dansað annað hvørt sunnukvøld, síðani tá. Tøkum Lætt hevur hildið allan almennan dans, so sum Annan Jóladag, Annan Páskadag, Ólavsvøkudans og  Trettanda kvølds dans, sum var leygarkvøldið í Sjónleikarahúsinum. Vit hitta ofta fólk, sum fegin vilja dansa meira regluliga, so nú er høvi hjá tykkum, at koma í Skansastovu 22.01.17, kl. 20. at dansa.Sjálvi seta tit skránna, um tit vilja, og velja sjálvi hvørji kvæði tit vilja kvøða.So, øll dansiglað, minnist til 22.01.17, kl.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Ársveitsla, dansur á Boðanesheiminum og dansur í Eysturoynni

 

Ársveitslan hjá Tøkum Lætt verður í kappróðrarneystinum á Argjum leygarkvøldið 19. novembur. Fólk møta kl. 19 og farið verður til borðs kl. 19.30.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Nú byrjar dansiveturin aftur

Aðalfundur var í Tøkum Lætt 9. oktobur, og tey, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvald. Nevndin í Tøkum lætt er sostatt hin sama við Andriasi sum formanni, Randi sum kassameistara og Jónu sum skrivara.

 

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Aðalfundur í Tøkum Lætt

 

Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 9. oktober klokkan 20 í Skansastovu. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins. 

Á fundinum verður eisini kunnað um ymisk tiltøk, ið ætlandi vera á skránni hjá  felagnum  í vetur. Eftir fundin verður hugnaligt prát afturvið einum drekkamunni, og síðani verður  farið upp á gólv eina løtu.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansur á Reinsarínum 8. mai.

Tey, sum ætla sær við til landsdansistevnuna í Klaksvík, kunnu fara í dans á Reinsarínum sunnukvøldið 8. mai, har dansað verður saman við eysturoyingum og saman við dansifelag Kaggans. Gøtuskeggjar verða sjálvsagt á skránni, men eisini verður høvi at kvøða onnur kvæði, so hetta kann væl gerast eitt gott dansikvøld.

Dansurin byrjar kl. 20, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, helst áðrenn gestirnir koma.

Matarsteðgur verður við kaffi og køkum og hugnapráti.

Annars eru øll vælkomin í dans.

Tags: 

Landsdansistevnuni 2016, broyttur kvæðalisti og skrá

Kl. 16,30: Dansifeløgini møtast í Vágstúni har vit kvøða 1 ella 2 stuttar vísur, síðani ganga vit niðan í Skálan, Bøgøta 11. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í Skálanum í staðin fyri.  Skálin er opin frá kl. 16, har vit fáa útflýggja atgongumerkini.   Borðhaldið verður kl. 18 í Badmintonhøllini (liggur beint niðanfyri Skálan).  Aftaná borðhaldið verður farið í Skálan at dansa, har kunnu vit eisini keypa drykkivørur.  Kl. 02,00 verður morgunmatur í Badmintonhøllini.       

Tags: 

Pages

Subscribe to RSS - Greinar