Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 06/01/2021 - 11:54
Dansurin sum skuldi verða sunnukvøldið 10. januar er avlýstur. Við atliti til koronasmittuna í landinum varð hildið rættast at bíða eitt sindur við at taka dansin uppaftur eftir jóla- og nýggjárssteðgin.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Fri, 23/10/2020 - 12:14
Nú myrkna kvøldini og veturin stendur fyri durum. Á homrum og í fjallalíðum onkran illveðursdag síggjast gívragrýturnar standa á kóki, meðan stormurin dunar í gjáum og bergskorum. Seyðurin leitar sær á bøin, og fólk hittast um kvøldarnar til hugnaligt prát. Trøll og risar eru nú sjónligari í fjøllunum og stevna saman til fundar á vetrarveitslu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Thu, 08/10/2020 - 12:04
Aðalfundurin í Tøkum Lætt, sum lýstur varð at verða sunnukvøldið 11. oktobur, er útsettur eina viku.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Mon, 05/10/2020 - 14:56
Aðalfundur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 11. oktobur klokkan 20.00. Fundurin verður í Skansastovu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 07/01/2020 - 14:20
Nú farið er um trettanda kvøld jóla, skipar Tøkum Lætt aftur í ár fyri tí vælumtókta dansinum í S
Submitted by Jóna Maria on Sat, 04/01/2020 - 22:01
Dansurin byrjar aftur nú sunnukvøldið kl. 19.30
Tann 25.januar verða okkara sjónvarpsupptøkur og í tí sambandi fara vit í pausuni at lesa og venja tey kvæði, sum vit skulu taka upp.Vónandi møta nógv upp, so vit fáa eina góða upptøku. Vit kvøða: Brúsajøkil, Vaagenat og Brókatátt til upptøkuna.
Sjálvandi verður eisini kvøðið tað, sum stendur á skránni til tann 5. januar:)
Submitted by Óli A. Reinert ... on Thu, 02/01/2020 - 14:00
Dansað verður aftur 5. januar í Skansastovu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 14/12/2019 - 22:52
Sunnukvøldið 15. desembur verður jólahugni í Tøkum Lætt.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Mon, 30/09/2019 - 19:11
Sunnukvøldið 6. oktobur verður aðalfundur í Tøkum Lætt. Fundurin verður í Skansastovu, og hann byrjar klokkan 20.00.
Dansað verður aftaná.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 21/11/2018 - 17:22
Nú stundar av álvara til veitsluna hjá Tøkum Lætt, nú felagið fyllir 25 ár.
Veitslan verður í sjónleikarahúsinum leygarkvøldið 24. novembur, og hon byrjar stundisliga klokkan 18.00.
Tey, ið hava teknað seg til veitsluna, mugu ti eisini møta stundisliga í góðari tíð.
Á skránni er borðhald við sangi, røðum og undirhaldi. Áftaná verður farið upp á gólv.
Pages