Dansað verður sunnukvøldið 21. novembur klokkan 21.00
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Frí, 19/11/2021 - 14:33
Dansur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 21. novembur. Hetta kvøldið skipar Reyði Krossur Føroya fyri stórari innsavning í Kringvarpinum, og tí byrjar dansurin ikki fyrr enn klokkan 21.00.
Tað hevur ikki verið dansað tey seinastu sunnukvøldini, og tí verður kvøðið úr skránni til undanfarnu kvøldini; millum annað "De røvere tolv".
Tað verður eingin barnadansur hetta kvøldið, og mint verður á, at koronatilmælini verða hildin.
"De røvere tolv, de hviler for norden skoven."