Nú verður dansað hvørt sunnukvøld fram til jólaferiuna

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
 
Seinasta sunnukvøld, 21. novembur, var dansur í Tøkum Lætt. Koronatilmælini vórðu hildin, og dansurin eydnaðist bara væl.
Nú er ætlanin at dansa hvørt sunnukvøld fram til jólaferiuna. Komandi sunnukvøld, tað er 28. novembur, eru hesi kvæði og vísur á skránni; De røvere tolv , Sverris Ríma, fyrri táttur av Kjartan Ólavson og fyrsti og annar táttur av Sigmunds kvæðnum eldra.
Í matarsteðginum kunnu fólk hugna sær við søtligum krási undir gómanum og einum drekkamunni.
Tað styttist til jóla, og í fjøllunum hoyrist dun av stormi, Í dansistovu runga kappakvæðini, og tað syngur í gyltum ringi, tá Sjúrður dregur svørð úr slíðrum...
"Sjúrður svørð úr slíðrum dregur, tað syngur í gyltum ringi..."
Tags: