Skráin til sunnukvøldið 5. desembur
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mik, 01/12/2021 - 17:11
Nú dansurin hevur ligið stillur so leingi, er ólag komið í skránna. Vit royna tí leypandi at kunngera skránna her. Komandi sunnukvøld, tað er 5. desembur, verður aftur trivið í "De røvere tolv" og "Kjartan Ólavson". Harumframt er skráin soljóðandi: 14 ørindi av Grimmer går på gulvet, Frísa kvæði, Sverra ríma og Tróndar kvæði.
Dansurin byrjar klokkan 19:30, og meðan mildi angin av kaffi og søtligum krási varisliga breiðir seg í rúminum, hoyrist dansurin ganga, og fornar søgur um kappar og vápnagný hoyrast runga undir lofti. Tróndur gamli brynjar seg til stríð og bindur sær brandin við lið.
"Gyrðir hann sær svørð við lið, gongur út úr skála stevnir í tann mannaflokk, sum víðan vøll man vála."