Submitted by Helga Maria on Fri, 13/10/2017 - 16:09
Tað sum er á skránni til barnadansin, er Sigmundarkvæði, 10 ørindi hvørja ferð.
Submitted by Helga Maria on Thu, 12/10/2017 - 20:00
Nú byrjar dansiveturin aftur. Barnadansurin er nú komandi sunnukvøld hin 15. okt. kl.19,00 og tey vaksnu koma kl. 20.00. Fyrsta dansikvøldið í vetur var í Frøðishøll í Kvívík 30. sept. og var tað eitt av teim bestu dansikvøldunum, eini 90 fólk vóru komin, og dansurin gekk av tí allarbesta. Aðalfundur var sunnukvøldið 8.okt.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 30/09/2017 - 11:24
Nú byrjar dansiveturin aftur, og lagt verður fyri í Kvívík, har tað verður dansað leygarkvøldið 30. septembur og út á náttina.
Tað er Norðstreymoyar dansifelag, ið skipar fyri, og kostnaðurin er 100 kr.
Í hesum sambandi koyrir bussur frá rennibreytuni í Havn klokkan 21.30.
Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri ár, og er tað ein hugnaligur máti at byrja dansin aftur eftir summarsteðgin.
Submitted by Helga Maria on Sat, 07/01/2017 - 20:37
Nú er Tøkum Lætt vorðið 23 ára gamalt. Vit hava dansað annað hvørt sunnukvøld, síðani tá. Tøkum Lætt hevur hildið allan almennan dans, so sum Annan Jóladag, Annan Páskadag, Ólavsvøkudans og Trettanda kvølds dans, sum var leygarkvøldið í Sjónleikarahúsinum. Vit hitta ofta fólk, sum fegin vilja dansa meira regluliga, so nú er høvi hjá tykkum, at koma í Skansastovu 22.01.17, kl. 20. at dansa.Sjálvi seta tit skránna, um tit vilja, og velja sjálvi hvørji kvæði tit vilja kvøða.So, øll dansiglað, minnist til 22.01.17, kl.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 16/11/2016 - 14:42
Ársveitslan hjá Tøkum Lætt verður í kappróðrarneystinum á Argjum leygarkvøldið 19. novembur. Fólk møta kl. 19 og farið verður til borðs kl. 19.30.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 12/10/2016 - 23:42
Aðalfundur var í Tøkum Lætt 9. oktobur, og tey, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvald. Nevndin í Tøkum lætt er sostatt hin sama við Andriasi sum formanni, Randi sum kassameistara og Jónu sum skrivara.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 08/10/2016 - 13:57
Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 9. oktober klokkan 20 í Skansastovu. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins.
Á fundinum verður eisini kunnað um ymisk tiltøk, ið ætlandi vera á skránni hjá felagnum í vetur. Eftir fundin verður hugnaligt prát afturvið einum drekkamunni, og síðani verður farið upp á gólv eina løtu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Fri, 06/05/2016 - 23:38
Tey, sum ætla sær við til landsdansistevnuna í Klaksvík, kunnu fara í dans á Reinsarínum sunnukvøldið 8. mai, har dansað verður saman við eysturoyingum og saman við dansifelag Kaggans. Gøtuskeggjar verða sjálvsagt á skránni, men eisini verður høvi at kvøða onnur kvæði, so hetta kann væl gerast eitt gott dansikvøld.
Dansurin byrjar kl. 20, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, helst áðrenn gestirnir koma.
Matarsteðgur verður við kaffi og køkum og hugnapráti.
Annars eru øll vælkomin í dans.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 19/04/2016 - 20:18
Kl. 16,30: Dansifeløgini møtast í Vágstúni har vit kvøða 1 ella 2 stuttar vísur, síðani ganga vit niðan í Skálan, Bøgøta 11. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í Skálanum í staðin fyri. Skálin er opin frá kl. 16, har vit fáa útflýggja atgongumerkini. Borðhaldið verður kl. 18 í Badmintonhøllini (liggur beint niðanfyri Skálan). Aftaná borðhaldið verður farið í Skálan at dansa, har kunnu vit eisini keypa drykkivørur. Kl. 02,00 verður morgunmatur í Badmintonhøllini.
Submitted by toekum_laett on Sun, 03/04/2016 - 22:23
Pages