Tøkum Lætt takkar fyri góðan blíðskap og góðan dans í Suðuroy.
Submitted by Jóna Maria on Fri, 05/05/2023 - 13:49
Í góðum veðri og góðum dansihýri var Tøkum Lætt á ferð í Suðuroy um vikuskiftið. Farið varð suður við Smyrli fríggjadagin og gist varð tvær nætur á Hotel Øravík. Leygardagin fóru vit útferð við bussi. Vit vóru í Akrabyrgi og koyrdu um Hestin til Víkarbyrgis. Steðgað varð á fyri at njóta vakra útsýnið yvir á Beinisvørð og norður eftir vestursíðuni á Suðuroynni. Í Hovi varð vitjað í gamla handilinum, sum nú er vorðin víkingasavn og savn av fornum lutum. Har hoyrdu vit frásøgnina um Hovgrím, sum var við í bardaganum móti Bresti og Beini í Dímun á sinni. Hovgrímur var mikil høvdingi, men lat sum kunnugt lív í bardaganum móti Bresti. Tað sigst, at Hovgrímur er grivin í Hovi, sum var hansara høvdingasæti.
Um kvøldið varð farið í dans í Jómsborg í Vági. Kvæðakempur úr Sumba høvdu leitað sær í dans við miklum fylgi. Eisini vágbingar og aðrir suðuroyingar vóru til dystin fúsir at trína dansin og spardu hvørki gólv ella skógvahúð. Fastliga varð stigið til, og kvæðini rungaðu undir loftinum. Vit fylgdu Jómsvíkingum, sum eftir tólv mánaðum í veitslulag leita sær í víking og sigla til Noregs. Kongur av Noregi søkir sær hjálp frá Guðruni Illgerðsfrú, sum við gandakynstri sínum gandar illveður og hvassan hegling á jómsvíkingarnar. Teir mega tá allir lata lív í illveðrinum.
Á Húnalandi er Artala kongur í svárari neyð, tí stórt er mannfallið hjá honum í bardaganum móti júkagørpum. Høgni og Gunnar spara ikki brandar sínar, so leigusveinarnir hjá Artala kongi týnast sum døggin, íð víkur fyri heitari sólarglæmu. Við tógvið stríð eydnast tó Artala kongi at taka Høgna og Gunnar av døgum, men ikki kann sigast, at hann leingi kundi frøast um sigurin. Hin tiltikni kappin, Hildibrandur, ger seg í stundini til reiðar at hevna deyða teirra, og brátt liggur Artala kongur deyður í tógva lutum undir liðini av Høgna og Gunnari.
Onnur kvæði vórðu eisini havd á gólvi. Gudbrandur gamli tekur við kristnari trúgv frá Ólavi kongi. Sigmundur Brestisson boðar kristna trúgv í Føroyum, men Tróndur stendur honum ímóti. Hóast tað, so fylgja vit Trónda á ferð hansara til Sandvíkar, tá hann, eftir deyða Sigmunds, letur Torgrím Illa taka á hondum og manar upp teir tríggjar, Sigmund, Tóra og Einar.
Eisini sóu vit, hvussu náttin legðist yvir landið, og hvussu heyggjarnir opnaðu seg. Vit hoyrdu og sóu, hvussu huldugentunar skemtaðu sær við dansi og spæli í náttarkvirruni, meðan ungur maður smæðin lýddi á við undran. Vit vóru við umborð á Orminum Langa, vit hoyrdu um Frísarnar í Akrabyrgi, og vit skemtaðu okkum saman við teimum ungu í Ungdómsvísuni.
-
Men vit hoyrdu eisini ljóðið av timbri, íð varð smildrað sundur í spønir... - "Ikki kundi tann mannamúgva Hábarð kongin basa, Fyrr enn hann borð og borðstólar og Beinkir hevði knasað". - og vit bæði sóu og hoyrdu, at kongurin dømdi Hábarð til deyða.
Onnur kvæði vórðu eisini kvøðin, og lagið var gott. Tá ligið var eitt sindur á náttina varð smurt breyð sett á borðið, og vit kundu øll njóta eina góða máltíð.
Sunnudagin varð farið norður aftur við Smyrli, og vilja vit takka Suðuroyingum fyri góðan dans og blíðskap.