Dansur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 16. apríl

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Páskirnar eru nú farnar afturum, og vilja vit tí royna aftur at hava eitt dansikvøld í Skansastovu. Dagarnir leingjast, og gamalt var at siga, at tær ljósu næturnar byrjaðu stutt eftir summarmála.  Vit vilja við hesum dansikvøldi eisini vita, um áhugi er fyri at dansa nøkur kvøld aftrat, nú tann ljósa tíðin so smátt er byrjað. Hin myrka tíðin er kanska betri egnað til føroyskan dans, men fyri tað kann dansurin eisini ganga væl eina ljósa summarnátt. 

 

Trøllini hava nú líkasum hug at krógva seg burtur, so tey ikki renna í stein av bjørtum sólarmagni. Hinvegin kann stundum í toku- og mjørkatámi hoyrast sangur og spæl frá dansandi álvum, sum skemta sær við dárandi leiki í dølunum uppi millum fjalla og á heiðini eina dreymakenda summarnátt. Tá ræður um ikki at læta seg tøla ov nógv av teirra dárandi leiki, tí so kunnu teir skjótt fáa valdið á einum. Tá er skjótt at gloyma burtur bæði tíð og stað.

 

Dansurin byrjar klokkan 19:30, og øll eru vælkomin. Kaffi og te og søtar kakur eru at fáa í matarsteðginum, og tá eru stundir at hugna sær við práti og njóta løtuna millum dansivinir.

 

Í steðginum sunnukvøldið er eisini ætlanin at tosa um túrin til suðuroyar.

 

"Fram kom eitt tað álvafljóð,

hon flættað hár á herðar dróg."

Tags: