Grani bar gullið av heiði...
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mik, 06/09/2023 - 08:25
Tað er í umbúna at skipa fyri einum dansikvøldi, har teir tríggir høvuðstættirnir í Sjúrðarkvæðunum skulu kvøðast; talan er um Regin smið, Brynhildartátt og Høgna tátt.
Tað er Sláið Ring, ið skipar fyri dansikvøldinum, og eftir ætlan verður tað seinast í januar 2024. Tað eru sostatt smáir 5 mánaðir til dansikvøldið verður. Tað er tí høvi hjá fólki at lesa uppá hesi kvæðini og á tann hátt fyrireika seg til kvøldið.
Hetta er eisini ætlað sum eitt hugnakvøld, har steðgað verður millum kvæðini, og okkurt verður til matna.
Kvæðini, sum skulu kvøðast, verða øll løgd á heimasíðuna hjá Tøkum Lætt
Meira verður at frætta um hetta tiltakið sum frálíður.
"Frænir eitur ormurin
á Glitrarheiði liggur;
Regin, hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur."