Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Týs, 05/10/2021 - 19:20
Dansur verður í Kvívík leygaekvøldið 9. oktobur. Tøkum Lætt skipar tí fyri busssambandi til Kvívíkar hetta kvøldið, og bussurin fer frá rennibreytini í Gundadali klokkan 20:50. Øll eru vælkomin.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mik, 04/08/2021 - 22:56
Enn ber til at tekna seg til Landsdansistevnuna, men tað má gerast skjótt. Tit melda tykkum til við at flyta 300 kr. á kontu 9181 4482370 í betri banka.
Stevnan verður 21. august
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 12/07/2021 - 12:50
lANDSDANSISTEVNAN verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøði ella Høllini á Nabb
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 17/05/2021 - 18:31
Dansur verður aftur í Skansastovu sunnukvøldið 16. mai
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 17/05/2021 - 18:28
Boðast skal frá, at eingin dansur verður í Tøkum Lætt í kvøld.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 17/05/2021 - 18:24
Seinasta sunnukvøld var dansur í Tøkum Lætt, og nógv fólk møttu upp. Kvæðini rungaðu undir lofti, og ikki vórðu skógvarnir spardir.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:35
Roykur stóð til skýggja upp,/ reytt var sund at síggja./ So er sagt, at danskir menn,/ teir máttu undan flýggja.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:31
Páskirnar eru nú farnar afturum, og dagarnir ljósna. Hóast kavin liggur tjúkkur um landið síggjast vártekin í haga og á bøi. Tey fyrstu lombini eru komin, og tjøldrini hoyrast klippa millum kavaælini, meðan smáfuglarnir skavast millum húsini, leitandi eftir onkrum at taka upp í nevið.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:28
Í samband við barnadansistevnuna, sum ætlandi verður í Jyllandi í summar, verður skipað fyri fundi í Skansastovu leygardagin 20. mars. Fundurin verður klokkan 17.00.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Sun, 14/02/2021 - 14:51
Boðað skal verða frá, at dansurin í kvøld, 14. februar, er avlýstur.
Væntandi verður dansað aftur eftir føstuna, men tað verður kunngjørt tá.
Tøkum Lætt
Síður