Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.

Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.

Miðjað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd.Dansað verður nú sunnukvøldið tann 23. okt. kl. 19,30 í Skansastovu.   Skrá fyri veturin liggur frammi.    

Tags: