HUGNAKVØLD Í TØKUM LÆTT 26. FEBRUAR

Nú leygarkvøldið 26. februar  verður okkara seinasta dansikvøld áðrenn føstu. Í tí sambandi fara vit at hava eitt hugnakvøld í Skansastovu, tað byrjar kl. 19. Felagið bjóðar turran fisk og spik og eplir og vit fara eisini at smyrja drýl við rullupylsu. Um onkur hevur hug at taka eina grindalykkju við, eru tey hjartaliga vælkominJ  Dessertina hava vit bíðað eftir síðani á jólum, tað er rís alamandeJ
Øl og sodavatn kann keypast fyri ein sámuligan prís, vinaliga havið myntur við at keypa fyri, har verður sjálvbetjening:)
Vit kvøða so longi, sum fólk hava hug til tað, skráin er frí.
Vinaliga sigið okkum frá um tit luttaka við at smsa ella ringja á tlf 515152 ella 214242 ella sendi mær (Jónu) boð á Messenger.
Tey, sum skrivaðu seg á listan síðsta sunnukvøld, hava sjálvandi ikki fyri neyðuni at siga frá aftur:)

Tags: