Føroyskur dansur í Kvívík leygarkvøldið 1. oktobur 2022

Í sambandi við dansin koyrir bussur frá rennibreytini klokkan 21.00. Bussurin er ókeypis.
 
Dansurin byrjar klokkan 21:30, atgongumerkið til dansin kostar 100 krónur. Ein máltíð verður at fáa, tá tað líður á náttina. Hildarljóð og ástarkvæði stilna tá eina stund, meðan søtligi angin av kaffi og dygdarkrási breiðist um rúmið.
 
Øll eru vælkomin
"Eg hoyri dans í stovu ganga, hoyri kappakvæðið langa..."

Tags: