FØROYSKUR DANSUR Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 20. FEBRUAR
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 23/02/2022 - 14:10
Vit dansa aftur sunnukvøldið tann 20. februar kl. 20. Hetta er so næstseinasta dansikvøld áðrenn føstu, og nú hava vit eisini dansa nokkso nógv í seinastuni, tað hevur verið ótrúliga gott, at sleppa at dansa aftur! Vit halda fram at venja til upptøku, og so taka vit okkurt av tí, sum manglaði í skránni, t.d. Sambandsfall og Falkarímu. Seinasta dansikvøld áðrenn føstu verður so komandi leygarkvøld tann 26. februar, tá ætla vit at hava eitt hugnakvøld við øllum tí, sum hartil hoyrur:)
Minnist til at testa tykkum (tit sum ikki hava havt Korona:)
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar