Greinar

Articles of interest and news.

Fyrsta dansikvøldi hjá Tøkum Lætt veturin 2013/2014

Nú hevur fyrsta dansi kvøld hjá Tøkum Lætt verið,eitt frálíkt kvøld. Byrjað varð við barnadansinum kl 19, fyrst vóru barnarímur kvøddar. Síðan var ein søga søgd, hesu ferð kvæðið um Harra Pætur og Elinborg  við tí fyri eygað at børnini í Tøkum Lætt fara at læra seg hetta í vetur.Seinni byrjaði vaksnamannadansurin, fleiri nýggj andlit vóru at síggja og tað er at fegnast um.Byrja varð við løttum kendum kvæðum og aftaná steðgin, sum vanligt er, við einum drekkamunni og góðum heimabakaðum afturvið, skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavsson, eitt sera gott og ríkt kvøld!

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Aðalfundurin í Tøkum Lætt

Aðalfundurin hjá Tøkum Lætt var í Skansastovu sunnukvøldið 6. oktober. Tað vóru ikki so nógv fólk møtt á fundi hesaferð, men eini 20-25 fólk mundu tað vera. Formansfrágreiðingin fyri farna árið varð lisin upp og góðkend. Andrias stóð fyri vali sum formaður, og varð hann afturvaldur við lógvabrestum.

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansurin saman við pensionistum

Leygarkvøldið 5. oktober varð dansað saman við pensionistum. Talan var um eldri fólk úr øllum landinum, ið hildu veitslu í Dansifrøi í Havn. Væl av fólki var samankomið, og úr Tøkum Lætt vóru vit eisini fleiri. Vit dansaðu eftir borðhaldið og kvóðu nakrar vísur og okkurt kvæði. Andrias skipaði Flóvin Bænadiktson og Hr. Sinclair, og Óli skipaði Leivs kvæði. Aftaná spældi eitt orkestur til dans, og mong fingu sær ein "swing om" og hugnaðu sær. 

Drekkamuður við góðari gularótskaku afturvið var at fáa, so har var eisini okkurt fyri kræsnar gómar. Eitt hugnaligt kvøld.

Tags: 

Dansinátt í Kvívík

Tøkum Lættarir byrjaðu dansiveturin í ár - líka sum so ofta fyrr - við at fara til Kvívíkar at dansa.Norðstreymoyar Dansifelag setti aftur í ár gongd á. Hesa ferð var gleðiligt at síggja vøkru gomlu Dansistovuna sum tey hava sett í stand. Hon angar av ný ístand setan og innkomin sá man hvussu hegnisliga hon var umvæld. Tað gamla góða var varðveitt og nýggjur køkur og nýggj toilett hegnisliga uppsett. Hon tykist vera væl egna til føroyskan dans.Vit blivu væl móttikin sum altíð og longu tá vit komu úr bussinum ljómaði Gullbrands kvæðið líka út í tún.

Tags: 

Landsdansistevnan 2013

Tøkum Lætt skipar Ebbe Skammelseøn

Tags: 

Ársveitsla í Dali

Vit eru bodin í ársveitslu í Dali tann 13. apríl. Dali var fyrsta stad, sum Tøkum Lætt var og vitjadi, sum nýstovnad felag. Vit gleda okkum sera nógv.

Tags: 

Pages

Subscribe to RSS - Greinar