Tøkum Lætt takkar øllum fyri góðan dans

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Leygarkvøldið 7. januar skipaði Tøkum Lætt fyri dansi í Sjónleikarahúsinum. Hetta var í sambandi við, at trettanda kvøld jóla nýliga var farið afturum. Nógv høvdu leitað sær í dans, og komu fólk úr øllum landinum fyri at hugna sær og lýða á tær fornu søgur, ið vórðu bornar fram av kátum dansifólki.

 

 Undir bitunum rungaðu kvæðini, og tað kendist næstan sum vóru vit hjástødd í bardaganum í Dímun, har Brestir og Beinir í hørðum víggi tintu út millum skotilsveinarnar hjá Havgrími, so neistar ruku út bitrum brondum. 

 

Eisini fylgdu vit Gøtutrónda á ferðini til Sandvíkar, har hann hitti mannin tann, tey kalla Torgrím Ónda. Tróndur var ikki ørindaleysur á ferðini, tí við sær hevði hann rúnarkelvið -  ikki gloymdi hann tað. 

 

Á Orminum Langa var øgiligur bardagi. Svørðini geltu móti skjøldrunum, og høvur og kroppar tumlaðu í havið. Hetta var vissuliga ikki sum við frúum at dansa. Bresturin var eisini øgiligur, tá strongurin brast á Tambar boga. 

 

Í Gudbrandsdali í Norra er tað sum skalvalop við buldri og braki, tá standmyndin av Tóra gudi raplar sundur í smæsta smildur, so alt fólki við levint og gang stormar av durum. 

 

Í Mikladali høvdu kóparnir leitað sær upp á land í vetrarnáttini...

 

Eisini onnur kvæði vórðu kvøðin, og lagið var gott á fólki. Tá ligið var eitt sindur á náttina kundu fólk fáa sær eina máltíð við smurdum  breyði og køkum.

 

Dansináttin var sera væleydnað, og vilja vit í Tøkum Lætt takka øllum, sum hava hjálpt til. Vit takka eisini øllum dansigestum - bæði nær og fjar - og vóna, at tað hevur verið ein góð og minnisrík dansinátt fyri øll.

 

Í dansitíðini verður dansað annahvørt sunnukvøld í Tøkum Lætt. Dansurin er í Skansastovu og byrjar hann klokkan 19:30. Tó er barnadansur hvørt sunnukvøld, og hann byrjar klokkan 18:30 og varir ein tíma.

 

Øll eru vælkomin við í hendan dansin og eisini barnadansin. Tað vanliga er, at tá vit hava dansað eina løtu, so er matarsteðgur, har øll kunnu fáa sær ein drekkamunn við onkrum søtum krási at leggja á tunguna. Eftir steðgin verður aftur dansað eina løtu. 

 

Dansur fyri vaksin verður aftur sunnukvøldið 15. januar klokkan 19:30, og øll eru vælkomin.

 

Vit siga enn einaferð takk fyri eina góða  dansinátt.

Tags: