Øll eru vælkomin í dans hjá Tøkum Lætt sunnukvøldið 15. januar

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Vit gleðast um, at trettandakvøldsdansurin, sum Tøkum Lætt skipaði fyri í Sjónleikarahúsinum, eydnaðist so væl. Nógv fólk høvdu leitað sær í dans hetta kvøldið, og gekk dansurin av tí besta.

 

Vit vilja tí eisini fegin bjóða øllum við í dans hjá Tøkum Lætt nú sunnukvøldið 15. januar. Dansurin er í Skansastovu Yviri við Strond, beint yvirav Betri Banka. Byrjað verður at dansa klokkan 19:30, og tá dansurin hevur gingið eina løtu, er ein matarsteðgur. Tá kunnu øll njóta ein drekkamunn við køkum og øðrum søtum at leggja undir góman, og annars hugna sær við práti og hugnaligari samveru við onnur. Eftir matarsteðgin verður aftur dansað eina løtu.

 

Tøkum Lætt hevur eina heimasíðu - www.tokumlatt.fo - og har er yvirlit yvir dansikvøldini og eisini ein kvæðaskrá. 

 

Øll eru vælkomin.

 

"Har mundi bæði matur og drekka

flytast fram á borðið..."

Tags: