Føroyskur dansur á Reinsarínum

Dansurin í Reinsarínum, sum Tøkum lætt skipar fyri leygarkvøldið 18. februar, var fyrr lýstur at byrja kl. 20.
MEN hann er nú broyttur til at byrja kl. 21.
Endabresturin í kvæðakappingini, sum hevur verið í útvarpinum síðstu tíðina, verður hetta sama leygarkvøldið kl. 18.15. Avgjørt er nú, at vinnandi liðið verður heiðrað í Reinsarínum kl. 21.30. Vit ynskja báðum liðum, tey eru Dansifelagið í Havn og Eysturoyar dansifelag góða eydnu. Hetta er sera spennandi, og ein góður endi á dansivetrinum.

Tags: