Dansikvøld við Eysturoyar dansifelag

Vit eru boðin inn í Hæddina at dansa saman við Eysturoyar dansifelag nú fríggjakvøldið tann 10. februar, dansurin byrjar kl. 21. Hetta er eitt vanligt dansikvøld hjá teimum, har vit í pausuni verða bjóðaði einn drekkamunn saman við teimum. Vit gleða okkum, tað er altíð stuttligt at dansa saman við eysturoyingum:)  Vit hava brúk fyri at vita hvussu nógv fólk ætla at luttaka, fyri at kunna tilrættisleggja túrin. Tit, sum ætla tykkum við, vinaliga sigið okkum frá her á fb bólkinum í seinasta lagi mikukvøldið. Tað ber eisini til at senda eitt sms til nevndina.

Tags: