Dansitúrur til Suðuroynna
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 08/03/2023 - 15:32
Arbeitt hevur verið við einum túri til Suðuroynna eina tíð, og nú er alt við at vera uppá pláss! Avgjørt er at fara suður vikuskiftið 28 -29 apríl, vit hava umbiðið pláss á hotel Øravík. Leygardagin 29. apríl hava vit hugsað at fara onkrar útferðir og møguliga eta á matstovu, tað tosa vit meira nágreiniliga um seinni. Og leygarkvøldið verður dansað í Jómsborg í Vági, vit hava tosað við dansifeløgini har suðuri, og tey eru sera áhugaði og spent at dansa saman við okkum:)
Felagið bjóðar náttúra fríggjakvøldið á hotel Øravík og morgunmatin leygardag og sunnudag. Felagið syrgir eisini fyri bussum, sum vit brúka har suðuri. Tað er avmarkað, hvussu nógv passa inni á hotel Øravík, og tað bleiv næstan fult teknað beinanvegin sunnukvøldið. Men um fleiri ynskja at koma við, so royna vit at loysa tað onkursvegna, um møguligt. Men so er ikki sikkurt, at øll koma at gista á hotel Øravík. Freistin at melda til er 1. mars.. Kostnaðurin fyri at gista 2 nætur á hotel Øravík er 800 kr fyri hvønn. Meldið tykkum til her á fb limabólki hjá Tøkum lætt. Tit, sum meldaðu tykkum til sunnukvøldið, skulu ikki melda tykkum til aftur:)

- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar