DANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR 15. OKTOBER
Submitted by Jóna Maria on Sat, 07/10/2023 - 13:44
Góðu limir, vanliga plaga vit at byrja dansin fyrst í oktober, men nógv fólk eru upptikin vegna komfirmatiónir og heystferiu. Tískil hava vit avgjørt at byrja dansin eftir heystferiuna, tann 15. oktober kl 19.30. Vit kvøða Regin smið, annars er skáin frí.
Aðalfundurin verður tann 29. oktober kl. 20.