Dansa fyri (og við) turistum

Góðu limir, vit dansa fyri turistum nú mikukvøldið á hotel Føroyum. Meiningin var annars, at vit skuldu hava frí hesa ferð, men felagið, sum skuldi dansa fyri okkum, bleiv upptikið og fekk ikki mannað lið. Tí fara vit at heita á tykkum at stuðla okkum við dansinum. So fáa tit eisini prøva klæðini, nú Ólavssøkan er beint fyri framman:)
Dansað verður bara vanligan føroyskan dans við løttum kvæðum, so øll kunnu vera við:)
Tey flestu eru í føroyskum klæðum, men onkrir menn eru í vanligum svørtum buksum, og onkrar kvinnur brúka ikki turruklæð.
Vinaliga boða okkum frá, tit sum ætla at koma við. Tað lættasta er at skriva tað her á fb limum, annars kunnu tit ringja ella smsa okkum.
Vit møta upp í forhøllini á hotel Føroym mikukvøldið 26. juli kl. 20.30
Tags: