HUGNAKVØLD Í SKANSASTOVU LEYGARKVØLDIÐ 6. APRÍL KL. 19
Nevndin hevur avgjørt at leygarkvøldið 6. apríl hava vit hugnakvøld í Skansastovu. Tað verður tað sokallaða “matpakkaballið” T.v.s. har allir luttakarir smyrja breyð ella líknandi, sum er áleið tað, sum tey sjálvi eta. Alt verður so blanda á føtum og sett á borðið, og so hava vit tað fínasta smyrjibreyð:) Øl og sodavatn kann keypast, minnist til at hava reiðar pengar við, helst myntir, tí tað verður sjálvavgreiðsla. Vit fara eisini at tosa um Suðuroyartúrin, og tekningarlistin verður lagdur fram. Landsdansistevnan verður um stutta tíð, og sum tit vita, skal Tøkum lætt kvøða Gøtuskeggjar. Tað er nokkso týdningarmikið, at vit í Tøkum lætt kunnu kvøða við og stuðla skiparan, so ætlanin er at kvøða tað ígjøgnum leygarkvøldið. Sigið okkum frá um tit luttaka í hugnakvøldinum, her á fb limum, ella smsa á tlf. 515152-214242-506252