Ársveitsla, dansur á Boðanesheiminum og dansur í Eysturoynni

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

 

Ársveitslan hjá Tøkum Lætt verður í kappróðrarneystinum á Argjum leygarkvøldið 19. novembur. Fólk møta kl. 19 og farið verður til borðs kl. 19.30.

 Norðstreymoyingar og Vága dansifelag verða við í veitsluni. Tá borðhaldið er liðugt byrjar dansurin, og Tøkum Lætt leggur fyri við Brúsajøkli. Vága dansifelag kvøður Einars Rímu efir Mikkjal á Ryggi, og norðstreymoyingar kvøða kópakvæði.

  

Á Boðanesheiminum verður dansað hósdagin 17. novembur kl. 14.00 saman við teimum gomlu. Øll eru vælkomin.

  

Leygarkvøldið 26. Novembur verður dansað saman við eysturoyingum í Hæddini í Runavík.

 Tey, sum ætla sær við, verða biðin um at siga frá hjá onkrum av nevndarlimunum í Tøkum Lætt, so skjótt sum til ber. Hetta er fyri at eysturoyingar kunnu vita, hvussu mong væntandi koma.  . Bussur fer frá rennibreytini í Havn kl. 17. 45. 

 

Dansurin byrjar klokkan 19.00 í Hæddini, og eitthvørt verður eisini til matna. Tað er ókeypis at koma við. Tøkum Lætt rindar fyri túrin.

 

Tags: