Fø. dansur fyri byrjarar í Skansastovu
Latið inn hevur Helga Maria hin Ley, 07/01/2017 - 20:37
Nú er Tøkum Lætt vorðið 23 ára gamalt. Vit hava dansað annað hvørt sunnukvøld, síðani tá. Tøkum Lætt hevur hildið allan almennan dans, so sum Annan Jóladag, Annan Páskadag, Ólavsvøkudans og Trettanda kvølds dans, sum var leygarkvøldið í Sjónleikarahúsinum. Vit hitta ofta fólk, sum fegin vilja dansa meira regluliga, so nú er høvi hjá tykkum, at koma í Skansastovu 22.01.17, kl. 20. at dansa.Sjálvi seta tit skránna, um tit vilja, og velja sjálvi hvørji kvæði tit vilja kvøða.So, øll dansiglað, minnist til 22.01.17, kl. 20,00 í Skansastovu Yviri við Strond.Øll eru vælkomin.Við dansikvøðuTøkum Lætt
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar