Dansiveturin 2017/18
Latið inn hevur Helga Maria hin Hós, 12/10/2017 - 20:00
Nú byrjar dansiveturin aftur. Barnadansurin er nú komandi sunnukvøld hin 15. okt. kl.19,00 og tey vaksnu koma kl. 20.00. Fyrsta dansikvøldið í vetur var í Frøðishøll í Kvívík 30. sept. og var tað eitt av teim bestu dansikvøldunum, eini 90 fólk vóru komin, og dansurin gekk av tí allarbesta. Aðalfundur var sunnukvøldið 8.okt. og byrjaðu vit við, í tøgn, at minnast Gunnvør eina løtu.Formaðurin stóð fyri vali, og varð afturvaldur, sostatt er nevndin hin sama: Andrias formaður, Randi kassameistari og Jóna skrivari. Eykanevndin er nú mannað við Óla, Ólavi og Helgu. Veitslunevndin er hin sama.Síggjast í Skansastovu 15.okt.