Ålek í Álandi komandi summar

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Til dansifeløgini
Álendingar bjóða til Ålek 2019, sum verður á Álandi 14. – 21. juli
Stevnan er skipað í tveimum pørtum:
Ungdomsläger 14. – 16. juli.
ÅLEK 16. – 21. juli.
Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri felags túri til stevnuna.
Á stevnuni framføra vit dansispøl, sum vit venja frammanundan. Harumframt
verður farið uppá gólv, og tá verður eisini dansað saman við luttakarum úr
hinum londunum.
Tað verður avmarkað tal av luttakarum á stevnuni og hava vit fingið 25 pláss til
ÅLEK. Nevndin í Sláið Ring og Nordlekumboðini koma at brúka 6 pláss, tá eru 19
pláss eftir til feløgini.
Um luttakaratalið fer upp um 25, so tilskilar leiðslan sær rætt til at býta plássini
soleiðis, at so nógv feløg sum møguligt verða umboðað.
Vit vilja fegin hava so breiða umboðan frá øllum feløgunum, sum til ber og heita
vit tí á áhugað at melda til. Tilmeldingarfreistin er sett til mánadagin 19.
november 2018. Tilmeldingin er á telduposti: olavur@elektron.fo
Kostnaðurin fyri ferðina fer væntandi at liggja uml. 8.000 – 10.000 kr. fyri
hvønn.
Vit fara við flogfari 12. juli og koma aftur 22. juli. Ferðin er skipað soleiðis, at vit
flúgva úr Føroyum til Kastrup og víðari til Arlanda í Stockholm. Haðani verður
siglt til Álands, siglitúrurin tekur uml. 6 tímar.
Ætlanin er at gera útferðir á Álandi undan sjálvari stevnuni, dagarnar 14. - 15.
juli.
Nærri fæst at vita á tlf. 295118 og telduposti olavur@elektron.fo

Tags: