Nú stundar til veitsluna.

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Nú stundar av álvara til veitsluna hjá Tøkum Lætt, nú felagið fyllir 25 ár.

Veitslan verður í sjónleikarahúsinum leygarkvøldið 24. novembur, og hon byrjar stundisliga klokkan 18.00.

Tey, ið hava teknað seg til veitsluna, mugu ti eisini møta stundisliga í góðari tíð.

Á skránni er borðhald við sangi, røðum og undirhaldi. Áftaná verður farið upp á gólv.

Tags: